Móttøkan hjá nýggja SEV stjóranum

Fríggjadagin var móttøka í SEV í samband við, at nýggi stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, tók við starvinum 1. januar.

Tað var heilt nógv fólk til staðar. Leivur Hansen, formaður í SEV stýrinum, helt røðu, har hann bjóðaði Hákuni at vera vælkomnan í starvið. Hann greiddi frá teimum avjóðingum, sum stóðu fyri framman hjá SEV, og hann metti Hákun at vera rætta mannin til møta teimum.

Hákun hevur longu verið ein mánaða á skrivstovuni, og frá starvsfólkinum fekk hann handaða eina gávur, staka við ljósum!

Sjálvur hevði Hákun eisini orðið. Hann nevndi tað hann metti liggja fyri framman hjá SEV og tók fram:



1) Fasthalda ein effektivan og tryggan rakstur.


2) Málsetningurin fram til 2015 er at broyta lutfallið frá 45/55% til 55/45% ímillum viðvarandi orku og orku framleidda úr olju. Helst skuldi hetta gerast enn betur.


3) Halda áfram við góðu menningini av starvsfólkum felagsins.


4) Inneftir í felagnum at seta í verk nýggju viðtøkur felagsins og liva upp til krøvini í nýggju el-veitingar lógini.


5) Úteftir at vinna SEV sítt førarapláss í almenna forstáilsinum, sum felagið eftir hansara meting eigur longu í dag.


At enda takkaði Hákun síni familju fyri uppbakking í avgerðini at taka við hesi avbjóðing.

Hann takkaði sínum fyrrverandi starvsfeløgum fyri gott samstarv øll árini. Sum hann tók til: “Uttan tykkum stóð eg neyvna her í dag.”

Hákun takkaði eisini stýrinum hjá SEV fyri at hava víst sær hetta álit.

Hann takkaði øllum starvsfólkunum hjá SEV fyri eina góða og sera hjartaliga móttøku. Spírin fyri eitt hugaligt og gott samstarv er longu gróðursettur.

Tann sum skrivar hesar reglur vil eisini ynskja Hákuni góða eydnu. Í fyrrverandi størvum hava vit havt nógv samskifti, har Hákun vísti evni og hegni at loysa mál, sum stinga seg upp.

Vit vóru við á móttøkuni.


ó.