Móttøka
Flogvøllurin:
Heilt nógv fólk var komið á flogvøllin, tá Guðrun Sólja Jacobsen kom heim aftur við flogfarinum hjá Atlantsflog seinnapartin sunnudagin.
Úti á vøllinum vóru umboð fyri Atlantsflog og handaðu Guðruni blómutyssi, eisini og pressan var væl umboðað.
Í komuhøllini varð sagt frá, hvat hendi uttan fyri, áðrenn farið varð út í sjálva farstøðina. Uttan fyri hoyrdust spakir tónar frá Suðuroyar Gospelkóri, sum Guðrun dagliga syngur við. Guðrun var spent og glað, men eisini rímiliga avslappað kortini.
So fór hurðin upp og Gurðun trein út í alla mannamúgvuna. Fólk í øllum aldri vóru komin at taka ímóri. Veittrað varð við fløggum, eins og nógvar ballónir vóru at síggja. Rómurin var øgiligur.
Við báðum hondum yvir høvd gekk Guðrun beinleiðis upp á pallin, har kórið bíðaði. Heilsast skuldi upp á vinirnar.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, helt røðu og handaði Guðruni eitt tíggjutúrakort frá Atlantsflogi.
Síðan fekk kórleiðarin mikrofonina, sum hann beinanveg lat Guðruni við teimum orðum, at nú ein stjørna var í kórinum, var ikki annað enn rímiligt, at hon fekk mikrofonina.
Tað fekk hon so, og aftur stóðu fólk og táraðu. Eldri menn við eygunum fullum.
Eftir framførsluna fekk Guðrun eina løtu at skriva autgrafar í, áðrenn farið varð út til til tyrluna, sum flutti Guðruna til Havnar, har móttøka var í SMS.