Tá Bill McLoud Jacobsen hevði sagt sínum monnum, hvussu liðið skuldi síggja út til dystin móti Víkingi, fekk venjarin brádliga at vita, at Ahmed Keita kortini var tøkur.
- Eg gjørdi eina broyting, soleiðis at Keita byrjaði á vøllinum, men sjálvandi órógvaði hetta fyrireikingarnar hjá okkum. Og eg haldi eisini, at málið hevur ávirkað Keita, sum er ein ungur og friðarligur ungur maður.
Um dystin sjálvan segði Bill annars, at hann ikki fekk sagt nakað til sigurin hjá Víkingi.
- Víkingur tacklaði dystin ótrúliga væl. Talan var um ein javnan dyst, men tá teir skora til 1-0, er kenslan hjá okkum, at vit kunnu svara aftur. Í seinna hálvleiki haldi eg, at vit eru í ferð við at fáa tak á dystinum, men málið til 2-0 steingir fyri sovítt okkara møguleika, og so var ikki so nógv at gera hjá okkum, segði B68-venjarin.