Mátti yvirvinna flogræðslu fyri at stuðla U21 í Algeria

(Rás2) Hoyr hondbóltsfjepparan, Ásbjørn N. Nattestad greiða frá stóru upplivingini hann hevði sum fjeppari í Algeria

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktssamrøðuna Rás2 gjørdi við Ásbjørn N. Nattestad, sum er ein stórur fjeppari hjá landsliðunum í bæði hondbólti og í fótbólti.

 

Ásbjørn N. Nattestad hevur upplivað allar fimm dystirnar hjá føroyska U21 landsliðnum í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Algeria.

 

Men tað kravdi nógv av Ásbirni at fara ta longu leið til Algeria, og tí hann hevur stríðst við flogræðslu. Men komin heimaftur til Føroya er hann ógvuliga fegin um stóru upplivingina hann hevur havt í Algeria.

 

Ásbjørn N. Nattestad er ógvuliga glaður fyri, at tað føroyska U21-landsliðið hevur spælt góðan hondbólt, og hann og hinir føroysku fjeppararnir hava frætt nógv rósandi orð frá fjepparum frá øðrum londum um góða føroyska HM-avrikið.

 

Ásbjørn N. Nattestad heldur, at nú er týdningarmikið, at hondbóltsfólkið í Føroyum heldur fram við at stuðla landsliðunum, sum nú skulu royna seg í undankappingum komandi vetur.