Máttu í fjøllini at bjarga óhepnum ferðamanni

- Og í Kvívík duttu tvey ross oman

Seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein útlendskur ferðamaður var komin illa fyri í fjøllunum omanfyri Viðareiði.

 

Hann var farin í hagan, men einar 500 metrar frá landsvegnum var hann áhaldsin og gleið, og hann fall so illa, at hann breyt beinið.

 

Ætlanin var at senda tyrluna eftir honum, men sýnið var ov ringt. Tí vórðu sjúkrabilur og bjargingarfólk send eftir honum, og tey fingu hann oman, og síðani á Klaksvíkar Sjúkrahús.

 

Og stutt eftir fekk løgreglan eisini boð um, at tvey ross vóru farin í brattlendi við Kvívík fyrrapartin. Trý ross vóru í fylgi og tvey av teimum fóru útav. Annað fór lúkst í havið og druknaði.

 

Løgreglan sigur, at djóralækni varð boðsendur at kanna hitt rossið, men tað hevði bara fingið smávegis snuddir, so at tað var ikki neyðugt at avlíva tað.