Máttu í fjøllini at leita eftir fólki

Mjørki kom brádliga á tey, men tað gekst væl at fáa tey oman aftur

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at tvey ferðafólk vóru vilst í fjøllunum oman fyri Norðadal.

 

Tey vóru farin í fjøllini, men brádliga kom mjørki á tey og tey sóu ikki fram um nøsina. Lukkutíð høvdu tey fartelefon við, so tey fingu ringt til fólk, tey kendu, sum síðani fóru at leita  og eisini settu seg í sambandi við løgregluna. Tað hevði eisini eydnast teimum, sum vóru vilst, at greiða so mikið nágreiniliga frá, at løgreglan og tey, sum hini, sum fóru at leita, fingu peila seg rættiliga neyvt inn á, hvar teyt vóry stødd.

 

Tey vóru stødd á einum hamri oman fyri Norðadal, men løgreglan fekk vegleitt tey so mikið væl í telefonini um, hvønn veg tey skuldu ganga, og tað eydnaðist at finna gøtuna aftur, og so var bara at fylgja henni oman eftir aftur, samstundis sum løgreglufólk gingu ímóti teimum. Sostatt eydnaðist væl at fáa tey oman aftur í øllum góðum, sigur løgreglan.