Møttu Paul Pogba undan stórdystinum

Jákup á Borg og sonurin, Fríði á Borg, møttu heimsins dýrasta fótbóltsspælara

Í samband við stórdystin í Premier League millum Manchester United og Liverpool, eru fleiri føroyingar farin til Onglands at hyggja eftir dystinum. Millum teirra er Jákup á Borg, venjari hjá B36.

 

Les eisini: Jákup á Borg um árskort á Old Trafford

 

Hann og sonurin, Fríði á Borg, búgva á The Lowry gistingarhúsinum, har sum spælararnir hjá Manchester United eisini búgva. Í gjár spældi so væl, at Fríði á Borg, sum eins og pápin er Manchester United viðhaldsmaður, møtti ongum minni enn Paul Pogba.

 

- So eru teir tjekkaðir inn á hotellið, og Mr. Pogba býr sku á somu hædd sum vit, skrivar Jákup á Borg á Facebook.

 

Venjarin hjá B36 greiddi í Fótbóltspanelinum á Rás2 frá, at hann hevur árskort til heimadystirnar hjá Manchester United. Manchester United tekur í dag klokkan 16 ímóti Liverpool.