Móðurmál okkara hevur bara okkum

Hugstoytt er at síggja brøv frá almennum føroyskum skrivstovum til føroyskar borgarar og stovnar, sum eru skrivaði á útlendskum máli. Lógarstaðfestu serrættindini hjá donskum í Føroyum eru skaðilig fyri hugburð okkara á hesum so viðkvæma øki ? føroyskt MÁ gerast einasta høvuðsmál okkara!

 

John Færø,

Hamarssniðið 24, 700 Klaksvík Teldupost-bústaður: [email protected]


Eg fari við hesum at rópa eitt varskó til tykkum, landsmenn mínar, um ikki at lítisvirða tann skatt, sum móðurmál okkara av sonnum er.

Hvar vit enn starvast, hjá myndugleikum, á stovnum, í fyritøkum á sjógvi og landi eins væl og heima við hús, millum børn og ungdómar ? ja, allastaðni, har føroyingar búleikast ? latið okkum tryggja føroyska móðurmáli okkara tað heiðurspláss, sum tað av røttum eigur!


Føroyskir stovnarskriva á donskum!

Sum skrivstovumaður á føroyskum stovni síggi eg dagliga nógv skriv, sum verða móttikin ella send øðrum stovnum, fyritøkum og persónum.

Felags fyri tey flestu av hesum er, at tey verða skrivaði á móðurmáli okkara ? sjálvandi.

Seinastu tíðina havi eg tó lagt til merkis, at umsitingarstovnar her á landi í størri mun enn áður seta í starv fólk, ið tosa annað mál enn føroyskt, sum tey nátúrliga ikki duga, tí tey eru úr øðrum landi.

Henda gongd kemst óiva av vantandi føroyskari arbeiðsmegi við tí neyðuga yrkiskunnleikanum og er hetta einamest at síggja í høvuðsstaðnum, har tey flestu størvini ? t.d. innan almennu umsitingina ? eru at finna. Menniskjaliga og fakliga havi eg einki at viðmerkja til hesa gongd ? tað er málspurningurin, sum mær liggur á hjarta.

Avleiðingin av øktu útlendsku arbeiðsmegini ? t.d. innan almennu umsitingina ? er, at tað nú kemur oftari fyri, at føroyingar fáa skriv frá føroyskum myndugleikum, sum eru skrivaði á útlendskum máli!!


Ein háðan móti móðurmálinum

Eftir míni meting eigur tað ikki at koma fyri, at føroyskir stovnar samskifta á útlendskum máli við føroyingar í Føroyum ? og tað av fleiri orsøkum:

Fyri tað fyrsta er slíkt ein háðan ímóti móðurmáli okkara, sum onnur undan okkum hava stríðst so nógv fyri.

Tað er somuleiðis mín avgjørda sannføring, at steðga vit ikki slíkum, fer tað at skapa eina sera óhepna og álvarsama siðvenju her á landi, har útlendskt mál millum føroyingar so við og við verður góðkent sum eins gott og føroyskt í samskifti millum føroyingar í Føroyum.

Og er tað fyrst blivið siðvenja, eri eg ræddur fyri, at eitt heilt málstríð skal til fyri at rætta skeivleikan uppaftur.

Hetta verður eitt ómetaligt afturstig, og eftirkomarar okkara fara av røttum at ákæra okkum fyri at lata teimum eitt verri statt móðurmál upp í hendur enn tað, sum vit arvaðu frá okkara møðrum og fedrum.


Setið krøv og skipið frálæru!

Um eg ella tú flutti til annað land, har vit fingu starv, sum viðførdi munnligt og skrivligt samskifti við borgarar o.o. í tí landinum, hevði tað heilt nátúrliga verið eitt ófrávíkiligt krav frá arbeiðsgevara okkara har, at vit lærdu okkum tjóðarmál teirra til lítar og brúktu tað í okkara arbeiði.

Tað er tí púra burturvið, at vit føroyingar ikki seta hesi somu krøv til teirra, sum starvast skulu innan samskifti í samfelag okkara.

Hetta hevur als einki at gera við vantandi virðing fyri teimum, sum flyta higar til lands ? tey eru meir enn hjartaliga vælkomin ? hetta hevur meira við at gera, um vit vilja virða og verja rættindini hjá móðurmáli okkara. Rættindi, sum forfedrar okkara ikki vunnu tí ókeypis.

Tí er mítt einfalda uppskot til stovnar, skrivstovur o.o. við fólki, sum ikki duga føroyska málið: Skipið so fyri, at hesi fáa ta neyðugu frálæruna ? møguleikarnir fyri hesum eru ótaldir við øllum okkara dugnaligu móðurmálslærarum og -skúlum, bæði almennum og privatum.

Rímiliga kostar hetta nakað av orku og peningi, men tað er lítið at bera saman við kostnaðin fyri mál okkara, um vit ikki verja borg.


Danskt hevur somu rættindi

Fyri stuttum gjørdu donsku myndugleikarnir av ? hóast hørð mótmæli frá Føroya Landsstýri ? at seta í gildi fyri Føroyar ein evropeiskan sáttmála, har føroyska málið verður staðfest sum eitt økismál, "regionalt sprog", í Danmark, og vísandi til heimastýrislógina verður staðfest, at danskt skal lærast væl og virðiliga, og at danska málið eins væl og tað føroyska kann brúkast í almennum viðurskiftum í Føroyum.

Ríkisrættarliga er hetta ein sannleikans lagnustund, tí hetta er eitt so sigandi dømi um, hvussu veruliga lítið vit føroyingar undir verandi stýrisskipan hava at siga í einum so grundleggjandi spurningi sum okkara egna móðurmáli!!

Tá danir eru so ósmædnir áðrenn fólkaatkvøðuna ? hvat skulu vit so vænta okkum aftaná?!!


Kann tað hugsast ?

Í ringasta føri kundi ein ímynda sær, at útlendingur, sum kom higar at arbeiða, við nevndu lóg fyri Føroyar í hondini noktaði at lýða boð frá sínum føroyska arbeiðsgevara um at læra seg føroyskt og brúka tað í arbeiðnum, tí tað við lóg er ásett, at danska málið eins væl og føroyskt kann brúkast í almennum viðurskiftum!

Kanska fer hetta ikki so langt, men harðrendi danski framferðarhátturin er í øllum førum sera óheppin, og óynskta danska staðfestingin av rættindunum hjá donskum í Føroyum styrkir eisini hugburðin hjá teimum persónum her á landi, sum ikki hava hug at læra seg føroyska málið ? og tað er stórt spell!

So kann Helveg royna at sláa hesa seinastu gerð sína upp í glens.

Eitt er vist: Var talan um, at týskarar ? ímóti viljanum hjá donsku stjórnini ? við altjóða sáttmála, galdandi fyri Danmark, staðfestu eina javnstillan av týskum og donskum, sum fekk heiti "regionalt sprog", á sama hátt sum danir gera við donskum í Føroyum ? ja, so hevði Helveg neyvan sagt, at "der er ikke grund til at være skuffet"!

Vit mugu ikki gloyma, at meðan tjóðarmálini hjá flestu grannalondum okkara hava milliónatals íbúgvar í sínum parti, hevur okkara føroyska tjóðarmál bert okkum áleið 50000 føroyingarnar at varðveita, verja og stimbra tað.

Títt og mítt persónliga avrik hevur tí alstóran týdning fyri framtíð tess.

Føroyingar mugu fáa kærleika til teirra mál

Í 1903 vóru nakrir føroyingar savnaðir í Føroyingafelagnum í Keypmannahavn at røða um ymisk føroysk viðurskifti, har tann tá 25 ára gamli málvinurin Jákup Dahl, ið seinni gjørdist prestur og Føroya próstur, m.a. segði:

Meðan danskt mál nærum varð køvt av týskum, meðan norskt mál nærum varð køvt av donskum, meðan hetlendingar heilt mistu teirra mál, og heilt vórðu gjørdir eingilskmenn, meðan hildu føroyingar trúliga fast við tann arv, fornfedrar teirra høvdu givið teimum, siðir og siðvenjur, veri- og hugsunarháttir hildur seg óbroyttir gjøgnum hundraðir av árum _ Soleiðis mugu føroyingar fyrst og fremst læra at kenna og virða seg sjálvar sum føroyingar; teir mugu fáa kærleika til teirra mál og leggja allan vilja og ídni og áhuga á at goyma tað reint og ríka og útbúgva tað. Teir mugu venjast til at hava virðing og met fyri føroyskum sermerkjum og viðurskiftum, og teir mugu læra at kenna, at tað er ein skomm fyri eitt lands synir og døtur at halda hánt um eitt land, eitt fólk og mál, og alt, sum fornfedrarnir hava givið til teirra. ... Ein kann ikki taka burtur tað støðið undan einum fólki, sum tað hevur vunnið við egnum arbeiði og útviklingi og framfari, og ein kann ikki strika út tey tjóðskaparligu serkenni uttan at skaða hetta fólkið eymast og meinast.


Móðurmálið, ein dýrabarur arvur.

Móðurmál okkara er dýrabarur arvur, sum vit føroyingar, ið nú liva, hava í varðveitslu, til vit handa tað víðari til næsta ættarlið.

Tað var ikki uttan stríð, at føroyska málið yvirlivdi so væl á munni forfedra okkara, og nú er tað upp til okkum at røkja tað, til eftirkomarar okkara arva tað frá okkum.

Við at slaka meir ein gott er í málstevnuni, kunnu vit verða atvoldin til afturstig, sum onnur undan okkum stríddust fyri at umgangast, og sum tey, ið aftaná koma, kanska ongantíð verða ment at bøta aftur.

- tí móðurmálið er ikki bert eg og tú og her og nú - tað hevur livað í mong hundrað ár og skal framhaldandi liva, so leingi, sum Føroyar standa.

Klaksvík tann 18. oktober 2000