Áki Bertholdsen
Nám, Mentamálaráðið, Føroyska málnevndin, Dimmalætting, Sosialurin og Kringvarp Føroya fara sunnudagin at handa eina móðurmálsvirðisløn. Orsøkin til, at virðislønin verður handað júst sunnudagin 25. mars er tí, at hesin dagur er føðingardagur V. U. Hammershaimbs – faðirin hjá skriftmáli okkara – og tí er dagurin kosin føroyskur móðurmálsdagur.
Tá fer Bjørn Kalsø, landstýrismaður í mentamálum, at handa Móðurmálsvirðislønina 2012 í Fútastovu í Havn. Samstundis verður opið hús í grannahúsunum, Nýggjustovu, har Hammershaimb vaks upp.
Tað eru omanfyrinevndu stovnar, sum skipa fyri degnum og virðislønini. Fyriskipararnir siga, at nú skal móðurmálið setast í miðdepulin ein fastan dag, móðurmálsdagin. Hesin dagur er settur at verða 25. mars, sum er føðingardagur Hammershaimbs.
Nám hevur á undirvísingarportalinum Snar gjørt temasíðu um Hammershaimb, og Dimmalætting og Sosialurin hava hesa vikuna greinar um faðirin at móðurmáli okkara, Hammershaimb. Eisini er nógv tilfar at finna um V. U. Hammershaimb á ymsum netsíðum, eitt nú wikipedia.
Forlagið Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Landsbókasavnið og íslendska aðalkonsulátið, sum heldur til í Fútastovu, stuðla eisini verkætlanini.
Sunnudagin 25. mars klokkan 15 verður almenn samkoma í Fútastovu í Gongini í Havn og eisini í Nýggjustovu, har Hammershaimb búði og hevði bond í báðar ættir, hóast føddur í løgmansgarðinum á Steig í Sandavági.
Umframt at landstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, fer at handa Móðurmálsvirðislønina 2012, fer Landsbókasavnið at skipa fyri framsýning av skjølum í sambandi við Hammershaimb, og Eirikur Lindenskov, sum býr í Nýggjustovu, fer at greiða frá um tey bæði grannahúsini í Gongini og ættina hjá Hammershaimb.
Hetta fyrsta árið, Móðurmálsvirðislønin verður handað á henda hátt, og er ætlanin at varpa ljós á føroysku miðlarnar og tað góða mál og samskifti, sum har er. Áðurnevndu seks partar hava í semju gjørt av, hvør fær Móðurmálsvirðirslønina 2012 og tær 25.000 krónurnar, sum fylgja við.
Nógv er sagt og skrivað um Hammershaimb, og nú er ætlanin at varpa nýtt ljós á týdningin at brúka eitt gott og livandi mál í almenna rúminum.
Nám heitir í sambandi við móðurmálsdagin sunnudagin á skúlarnar um at varpa ljós á Hammershaimb og móðurmálið. Nám vil hava skúlarnar at hava hetta í huga, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum.
– Grundsjónarmiðið er at vit seta okkum fyri, at hvør dagur er móðurmálsdagur, sigur Nám í skrivi til skúlarnar.
Fakta
Venceslslaus Ulricus Hammershaimb
Føddur 25. mars í 1819 í Sandavági.
Uppvaksin í Gongini í Havn
Kallaður faðirin hjá okkara skriftmáli
1854 gav út fyrstu føroysku mállæruna
1855 prestur í Kvívík
1862 prestur á Nesi
1863 lat nýggja prestagarðin á nesi byggja
1867 próstur á Nesi
1878 flutti til Danmarkar
Doyði 8. apríl í 1909