Fríggjakvøldið klokkn 21.30 verður Perlan í Havn karmur um tónleikatiltak við bólkinum Mamásita. Navnið á bólkinum er snarað úr spanska orðinum Mamacita, sum eisini er heitið einum lagið hjá navnframa tenorsaxofonistinum Joe Henderson. Hetta sigur okkum, at tónleikurin, sum verður at hoyra, er modernaður jazzur og sokallaðir jazzstandards.
Jazzur hevur við tíðini greinað seg seg út á flestu tónleikastílar. Mamásita ber eisini brá av hesum. Talan er um jazztónleik við funk, latin, popp, musical og blues ávirkan. Skráin umboðar løg, sum Nina Simone, Sade, Frank Sinatra, Dexter Gordon, Freddie Hubbard og Sting hava roynt seg við, bert fyri at nevna okkurt úr rúgvuni. Eisini verður høvi at hoyra nýskrivað tilfar hjá bólkinum.
Fyri sanginum standa Birita Davidsen og Mike tveir sera evnaríkir ungir sangarar, sum mangan hava víst sínar dygdir á palli. Á ljóførini eru Mortan Zachariassen (Sax), Jonleif Jensen (Trummur), Agnar Lamhauge (Bass) og Hans P. Tórgarð (Guitar).
Eitt ávíst umhvørvið hoyrir til hetta slagi av tónleiki. Tað leggur tiltakið leygarkvøldið eisini dent á, tá Perlan verður umskapað til »Jazzkafé« við borðum, stólum og góðhýrdum fólki. Høvi verður eisini til at fáa okkurt leskiligt afturvið tónleikinum. Mamásita er sjálvandi meint í speisemi. Til ber eisini at standa, ella enn betur at fáa sær ein »swingom«, skriva fyrireikararnir.