Maður lá undir røri á boripalli

Sunnudagin hendi eitt arbeiðsóhapp á boripallinum Sovereign Explorer. Ein íri kom illa fyri, tá hann lá undir einum tungum røri, sum koppaði

 

Sunnudagin klokkan 15 komu boð av boripallinum hjá Amerada Hess til MRCC-støðina um eitt arbeiðsóhapp.

MRCC setti hjálpartiltøk í verk beinanvegin, og læknin hjá sjóverjuni, ein narkosulækni og ein sjúkrasystir vórðu send út við tyrlu at taka sær av manninum, sum er innlagdur á landssjúrkahúsinum. Læknarnir kundu tískil arbeiða uppá mannin á túrinum, sum tekur umleið ein tíma.

Tað var ein 25 ára gamal íri, sum arbeiðir á pallinum, ið fekk skaða, tá eitt rør koppaði omaná hann. Óhappið hendi, meðan arbeitt varð við at flyta ymiskt á dekkinum. Tað frættist, at maðurin hevur tað gott eftir umstøðunum.


Kanna óhappið

Mánamorgunin fóru tríggir løgreglumenn og eitt umboð frá oljumálastýrinum út á boripallin at kanna umstøðurnar um óhappið. Løgreglan kannar øll arbeiðsóhapp og soleiðis er eisini í hesum førinum. Hetta sigur Jón Klein Olsen, støðleiðari. Menninir vóru ikki afturkomnir, tá vit tosaðu við løgregluna mánamorgunin, og tí kundu teir ikki siga meira nágreiniliga, hvat fór fram.