Maður sprongdi bumbu á flogvøllinum í Beijing

Ein spreinging var í komuhøllini á altjóða flogvøllinum í Beijing í gjár, skrivar South China Morning Post sambært dr.dk. Ein maður endaði á sjúkrahúsinum, har vinstri armur varð tikin burtur.

Sambært blaðnum er tað maðurin, sum sprongdi bumbuna, ið er skaddur. Onnur hava ikki fingið mein, verður sagt.

Reuters endurgevur China Central Television fyri at siga, at ein maður hevur sprongt ein pakka av svørtum fýrverkskrúti framman fyri komuhøllina á flogvøllinum.

Spreinginin var kl. 18.24 lokala tíð. Sambært fleiri fjølmiðlum var tað ein maður í koyristóli, sum sprongdi bumbuna. Vitni greiða frá, at ein maður helt gang framman fyri komuhøllina, áðrenn spreingingina.

China Centra Television heldur, at bumbumaðurin er ein 34 ára gamal maður úr Heze í Shandong landspartinum í Eysturkina.

Aðrir fjølmiðlar vita at siga sambært South China Morning Post, at 34 ára gamli maðurin hevur brigslað myndugleikunum, at hann gjørdist lammaður, eftir at trygdarvørðar bardu hann av, tá hann starvaðist í býnum Donguan.

(Mynd: businessinsider.com)