Maður stungin við knívi í Havn í nátt

– Løgreglan hevur tikið gerningsmannin

Beint eftir klokkan tvey í nátt fekk løgreglan boð um, at ein maður var vorðin stungin við knívi í Havn.

 

Løgreglan sigur, at hendingin fór fram á einum privatum bústaði, har nøkur fólk vóru savnað. Men illstøða kom í ímillum tveir mans, og tað endaði við, at annar dró knív og stakk hin í búkin.

 

Løgreglan sigur, at maðurin, sum varð stungin, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð, men enn vita tey ikki meiri frá honum.

 

Gerningsmaðurin er tikin og situr á løgreglustøðini, har hann er skuldsettur fyri grovan harðskap.

 

Løgreglan veit ikki, hví illstøðan tók seg upp, og fyribils vilja tey heldur ikki siga, hvat tað var fyri knívur, sum varð brúktur at stinga við.