Maður tikin í sambandi við Manhattan-bumbuna

Amerikanska løgreglan hevur tikið ein mann av pakistonskum uppruna, tí illgruni er um, at hann hevði samband við bilbumbuna, sum bleiv funnnin á Manhattan um vikuskiftið. Løgreglan sigur, at fyri trimum vikum síðani keypti maðurin tann bilin, sum bumban lá í.

Sjónvarpsstøðin MSNBC sigur, at maðurin eitur Shahad Faisal, og at hann varð tikin á JFK-flogvøllinum í New York, har hann royndi at sleppa avstað við einum flogfari.

Sambært fjølmiðlunum býr maðurin í statinum

Connecticut. Hann er umleið 30 ára gamal og var fyri stuttum í Pakistan og ferðaðist.

Amerikanska løgreglan sigur, at fleiri fólk kunnu hava verið uppi í bumbuætlanini, og at ætlanin kann hava samband við fólk uttan fyri USA.