Maðurin, ið gav okkum borðið

Hvør er maðurin handan nógv umrødda borðið hjá Tórshavnar kommunu?

Onkur helt fyri, at vit hava tað gott í Føroyum, tá høvuðssøgan í tíðindunum er um eitt borð.

 

Tað er allarhelst rætt. At kjakast um eitt borð, er í sær sjálvum kanska at kjakast um petitessir, men prísurin er í øllum førum verdur at tosa um. Kr. 365.000,- er nógv fyri eitt borð - óansæð hvussu nógvir statsleiðarar eru í Móttøkuhúsinum og hvussu nógv kunnu sita væl rundanum borðið.

 

Men tað er har vit eru - borðið er keypt. Men hvat er hetta fyri eitt borð? Hvør er maðurin handan sniðið?

 

Merki er Wegner. Hans Jørgensen Wegner var dani og livdi frá 1914-2007. Hansara stílur verður vanliga lýsur sum Organiskur Funktionalitetur, ið er er ein modernistiskur stílur, ið leggur dent á funktionalitet.

 

Hans Wegner lærdi til snikkara sum ungur, áðrenn hann seinni lærdi til arkitekt.

 

Hann er ein heimskendur sniðgevi eftirhondini og hevur millum annað arbeitt saman við Arne Jacobsen, einum øðrum vælkendum sniðgeva. Hann hevur vunnið nógvar heiðurslønir og hevur millum annað fingið heiðurstekin frá vælkendum stovnum sum Royal Society of Arts í London.