Macbeth takkar fyri seg

Tíðindaskriv

Nú verður fari uttanlands við leikinum.
Norðurlendski sjónleikarbólkurin hevur sýnt ?Macbeth? eftir Shakespeare á Gamla Meiaríi átta ferðir, og hóast góða móttøku, verða bert fimm sýningar afturat í Føroyum, seinastu ferð mikudagin kl. 20.00.
Men tey gevast ikki so: Leikurin verður nú pakkaður niður til leikferð í Norðurlondum.
Teir seks sjónleikararnir úr Føroyum, Noregi, Svøríki og Finnlandi, og litaviski leikstjórin Cezaris kunnu gleðast um stóra áhugan uttanlanda fyri teirra tulking av Macbeth. 18 sýningar eru fyribils umbidnar:
Farið verður fyrst til Oslo, har sýningar verða 15. og 16. marts umborð á Teaterbåten Innvik. 18. og 19. marts verður spælt í Stange, og síðan gongur leiðin til Stockholm, har sýningar verða 23. og 24. marts á Teater Replica.
Í apríl gongur leiðin til Norðursvøríkis, har leikurin verður sýndur á Teater Västernorrland í Sundsvall 16., 17. og 18. apríl, í Sollefteå 20. apríl, og í Umeå 23. og 24. apríl. So verður farið til Finnlands, har spælt verður í Wasa á Wasa Teater 27., 28. og 29. apríl, og í Helsinki á Teaterhögskolan 6., 7. og 8. mai.
Fleiri sjónleikarafestivalir í Íslandi, Noregi, og Svøríki hava eisini víst áhuga fyri hesum serliga leikverkið.
Men enn er ikki heilt yvirstaðið í Føroyum. Áhugin hevur verði stórur, og ummælararnir eru á einum máli um, at hetta eigur ein og hvør sjónleikaráhugaður at síggja:

?...leikur á høgum støði (...) ...ein góður leikur, ein spennandi leikur og fremst av øllum ein dramatiskur leikur, sum verdur er at síggja.
Beate L. Samuelsen, Dimmalætting.

?... áskoðararnir fáa eina serstaka sýning at síggja (...)... stuttligt og gott spæl við tí gamla leikinum, har nýggjar rútmur og tónar sleppa til sín rætt.
Heri á Rógvi, Sosialurin

Lýsingin av tveimum fólkum, ið missa hvørt annað burtur í lagnunnar spælið, er sterk og rørandi. (...) Hesin mátin at framføra sjónleik, er ein uppliving, tí hann er so heilt øðrvísi enn tann vanlligi mátin.(...) Bíðið ikki við at fara. Slíkt høvi kemur kanska ikki aftur í bræði.
Høgni Djurhuus, Útvarp Føroya

Tær seinastu fimm sýningarnar verða komandi vikuna: Í kvøld klokkan 18.00, sunnukvøldið klokkan 18.00, Mánakvøldið klokkan 20.00, týskvøldið klokkan 20.00 og seinastu ferð mikukvøldið klokkan 20.00.
Tað er bert pláss fyri 80 fólkum á Meiarínum, so tey sum vilja hava pláss skulu skunda sær! Atgongumerkið à 100 kr. fáast á Kunningarstovuni og við dyrnar ein tíma undan sýning.