Í eini roynd at røkka eina hond út til mótmælisfólkini, ið seinastu vikurnar hava lagt partar av franska samfelagnum lamið, meðan tey hava kravt betri sømdir til lág- og miðalklassan, tosaði franski forsetin Emmanuel Macron í kvøld beinleiðis til franska fólkið í eini sjónvarpsrøðu.
Í røðuni, ið vardi í 15 minuttir, lovaði hann at hækka minstulønina, lækka skattin og gera aðrar ábøtur, ið hava til endamáls at sissa mótmælisfólkini, ið verða nevnd Gulu vestarnir.
Hann viðgekk eisini, at hann hevur verið ov seinur á sjóvarfallinum og at tað ikki hevur hjálpt upp á støðuna.
- Tað kann vera, at eg havi givið tykkum tað uppfatan, at hetta ikki var nakað, ið kom mær við. At eg hevði onnur viðurskifti at hugsa um. Eg taki mín lut av ábyrgdini. Eg veit, at míni orð hava sært nøkur tykkara, segði forsetin í røðuni.
Forsetin upplýsti, at hann hevði givið boð um, at frá 1. januar skal minstalønin hækkast við umleið 150 krónum mánaðarliga, yvirtíð skal frítakast fyri skatt og avgjøld og ein ætlaður skattur á pensjónir verður av ongum.