Tann amerikanska poppdrotningin gevur í januar út staklagið Gimme All You Luvin.
Maddona verður framvegis mett at vera poppdrotningin, men prinsessurnar Beyoncé, Adele, Lady Gaga og Rihanna hótta sess hennara. Um fáar vikur kann heimurin so fáa staðfest, um Madonna framvegis hevur uppiborið hendan sess.
Tann 53 ára gamla songkvinnan fer nú at almannakunngera sítt fyrsta staklag í longri tíð, sum verður mett at verða hennara sokallað come-back lag. At lagið kemur út í januar passar ógvuliga væl til, at hon skal framføra í steðginum í Super Bowl sunnudagin 5. februar.
Gimme All You Luvin er eitt staklag av 12. Studiofløguni hjá Madonnu, sum væntandi kemur á marknaðin í vár. Madonna hevur júst undirskrivað ein sáttmála við Interscope/Universal, sum inniber tríggjar útgávur.