Mads og Páll vóru tvímálaskjúttar

Tað er púra opið, áðrenn seinna hálvfinalan verður í Klaksvík millum KÍ og 07 Vestur

Heimaliðið gjørdi av álvara um seg í fyrra hálvleiki, tá ið FM favorittarnir í KÍ vóru gestir á Dungasandi í fyrru hálvfinaluni í kappinini um løgmanssteypið, og fram ímóti dystarenda eydnaðist tað heimaliðnum at javna til 2-2, eftir at KÍ í góða løtu var frammanfyri 2-1.

 

Mads Borchers er ein av vandamiklastu álopsspælarunum í landinum, og tað var hann, sum skoraði bæði málini hjá heimaliðnum.

 

Tað fyrra var eftir sending frá Høgna Egilstoft Nielsen, tá ið Mads Borchers legði 07 Vestur á odda, áðrenn 10 minuttir vóru farnir.

 

KÍ fekk fatur á spælinum, og klaksvíkingar spældu seg til fleiri málmøguleikar, men tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan framvegis 1-0 til heimaliðið. Eisini tí málverjin Ari í Haraldstovu Petersen var brandur í málinum.

 

Fimm minuttir eftir steðgin rann Mads Borchers frá KÍ verjuni, men tá ið hann var einsamallur frammanfyri KÍ málverjan, var tað Mathias Rosenørn, sum vann tvídystin.

 

Í fyrra hálvleiki var Páll A. Klettskarð fleiri ferðir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist honum at fáa bóltin í málið.

 

Eftir steðgin varð Jóannes Bjartalíð, sum hevði verið á beinkinum, skiftur inn, og Jákup B. Andreasen varð fluttur av miðvøllinum og aftur í miðverjuna.

 

12 minuttir eftir steðgin javnaði KÍ. Tað var Páll A. Klettskarð, sum javnaði við fínum stútara, eftir at vongverjin í høgru Jóannes K. Danielsen hevði runnið seg leysan í vinstru og legði innfyri.

 

KÍ hevði leikliga yvirvág og vann seg til fleiri góðar møguleikar. Tá ið tað eydnaðist KÍ at leggja seg á odda 2-1, var tað eftir stórt kiks í heimaverjuni. Stutt málspark og afturlegging til málverjan bar vánaliga temjing við sær, og so var Mads Bo Mikkelsen skjótur at leggja bóltin fyri føturnar á Páll A. Klettskarð, sum takkaði fyri og úr heilt stuttari fjarstøðu setti bóltin í tóma málið.

 

So sá tað út til, at favorittarnir úr Klaksvík vóru á veg ímóti sigri á útivølli, men soleiðis vildu 07 Vestur og Mads Borchers tað ikki. Eftir flatt innlegg úr vinstru frá innskifta Ára Arge sendi Mads Borchers bóltin í málið, og so endaði tað 2-2.

 

Harvið er tað púra opið, um tað nú verður KÍ ella 07 Vestur, ið onganíð hevur verið í steypafinaluni, sum fer at vinna seg í steypafinaluna. Tað fæst at vita mikukvøldið 5. oktober, tá ið seinna hálvfinalan verður í Klaksvík.

 

 

 

Løgmanssteypið

 

Fyrra hálvfinala

 

07 Vestur – KÍ 2-2 (1-0)

 

1-0: Mads Borchers

 

1-1: Páll A. Klettskarð

 

1-2: Páll A. Klettskarð

 

2-2: Mads Borchers

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Eiler Fróðason, Daniel Obbekjær, Dánjal Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Høgni Egilstoft Nielsen, Ásbjørn Heðinsson, Martin Tausen, Ronni Møller-Iversen – Mads Borchers

 

KÍ: Mathias Rosenørn – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, René Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen – Claes Philip Kronberg, Páll A. Klettskarð