Maður skuldsettur fyri yvirgang eftir skottilburðin í Sydney

Ein 24 ára gamal maður, sum eitur Naveed Akram, er skuldsettur fyri 59 ákærur í sambandi við skottilburð á einum jødiskum tiltaki á Bondi Beach í avstralska býnum Sydney sunnudagin.

Syrgjandi ganga aftan fyri kistuna við rabbinaranum Eli Schlanger, sum varð dripin undir einum skottilburði á Bondi Beach í avstralska býnum Sydney sunnudagin. Álopið var móti Hanukkah, sum er ein jødiskur hátíðardagur, hava myndugleikarnir boðað frá. - Mynd: Jeremy Piper

Tað upplýsti avstralski miðilin ABC mikumorgunin okkara tíð.

Millum ákærurnar eru yvirgangur, 15 ákærur um morð og 40 ákærur um álop ella álvarsligan likamligan skaða við ætlan um at drepa.

15 fólk doyðu í skottilburðinum, sum fór fram sunnukvøldið lokala tíð. 40 fingu skaða.

Naveed Akram er eyðmerktur sum tann eini mistonkti gerningsmannurin. Hann varð skotin av løgregluni sunnudagin og sagt varð, at støðan var álvarslig men stabil. Hann vaknaði týsdagin eftir at hava verið í koma á sjúkrahúsinum.

/Ritzau/