Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til grein 52a fyrispurning frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmann. Hann spurd um liðugt viðgjørdar sjúklingar í
Sjúkrahúsverkinum. Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvussu nógvir liðugt viðgjørdir sjúklingar liggja á sjúkrahúsunum í Føroyum?
2. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum, sum liggja á sjúkrahúsunum?
3. Hvat kostar tað fyri sjúkrahúsverkið at hýsa liðugt viðgjørdum sjúklingum við seingjarplássum, røkt v.m.?
4. Hvør eigur ábyrgdina av liðugt viðgjørdum sjúklingum omanfyri 67 ára aldur?
5. Er ætlanin at áleggja gjald á seingjarpláss?
6. Hevur Kommunufelagið eina loysn uppá hesa avbjóðing, og er nakað felagsátak millum landið og kommunur um at loysa hetta átrokandi mál?
7. Eru batar at hóma, ella veksur henda avbjóðing, nú vit gerast fleiri eldri?
Í svarinum til fyrsta spurning vísir landsstýriskvinnan á, at sjúkrahúsverkið ger mánaðarliga upp hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar, so tey fáa fylgt við í gongdini og víst á trupulleikan við óskynsamari nýtslu av sjúkrahússeingjum.
Hagtøl verða mánaðarliga send Almannaverkinum og Kommunufelagnum til kunningar.
– Tølini vórðu seinast dagførd tann 9. desember í ár. Tá lógu 18 liðugt viðgjørdir sjúklingar á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Hesir sjúklingar eru á flestu seingjardeildunum í Sjúkrahúsverkinum, tó liggja flest liðugt viðgjørdir sjúklingar á Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum. 18 sengur svara til 11% av seingjarplássunum í Sjúkrahúsverkinum, sigur landsstýriskvinnan.
Hon sigur víðari, at frá januar til og við november í 2025 hava 125 sjúklingar verið innlagdir á sjúkrahúsunum, eftir at teirra viðgerð er endað. Í alt hava hesir sjúklingar verið innlagdir í 2300 dagar, eftir at viðgerðin er endað. Í hagtølunum verður hetta nevnt seingjardagar. Tað merkir, at tað í miðal verða brúktar 6 sengur hvønn dag til liðugt viðgjørdar sjúklingar, sum svarar til 4% av seingjunum í Sjúkrahúsverkinum.
– Hesar sengur eru samstundis ikki tøkar til sjúklingar, sum hava tørv á sjúkrahúsviðgerð, sigur landsstýriskvinnan.
Sí talvu 1, sum vísir liðugt viðgjørdu sjúklingarnar í 2025 býtt á mánaðir, og hvar í Sjúkrahúsverkinum sjúklingarnir hava verið innlagdir.
Í svari til spurning 2 og 4 sigur Margit Stórá á, at tá Sjúkrahúsverkið ger hagtølini upp, verða tøl eisini gjørd, sum vísa á aldursbýtið á sjúklingunum, tvs. “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”.
Sí talvu 2, sum vísir, hvussu nógvir seingjardagar eru brúktir til liðugt viðgjørdar sjúklingar, býtt upp eftir aldri í bólkarnar “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”. Og talvu 3, sum vísir talið á persónum býtt upp eftir aldri í bólkunum “yngri enn 67 ár” og “67 ár og eldri”.
Um borgarin hevur tørv á eini tænastu ella búplássi eftir útskriving frá sjúkrahúsi, er tað vanliga býtt upp soleiðis, at tað er Almannaverkið, ið bjóðar tænastur til borgarar undir 67 ár, meðan tað eru eldraøkini undir kommununum, ið bjóða tænastur til borgarar, sum eru 67 ár ella eldri. Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað vanliga púra greitt, hvar ábyrgdin liggur tá ið liðugt viðgjørdir sjúklingar skulu útskrivast.
##med2##
##med3##
Til spurning 3 sigur Margit Stórá:
Tað er trupult at gera upphæddina heilt neyvt upp, fyri hvat tað kostar at hýsa einum sjúklingi. Men fyri at gera eina meting, nýtir Sjúkrahúsverkið teir prísir, sum donsku regiónirnar brúka, tá tey taka gjald fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar.
Kostnaðarmeting við støði í donskum prísum:
Somatiskar viðgerðir:
Dag 1-2: 2.404 kr. fyri hvørt samdøgur.
Dag 3 og frameftir 4.808 fyri hvørt samdøgur.
Psykiatriskar viðgerðir:
Dag 1-6: einki gjald.
##med4##
Dag 7-13: 2.404 kr. fyri hvørt samdøgur.
Dag 14 og frameftir 4.808 kr. fyri hvørt samdøgur.
Um kostnaðurin verður roknaður út eftir hesum leisti, er talan um 11,1 mió kr. frá januar til og við november í 2025.
Til spurning 5 og 6
Seinastu árini hevur málið um at áleggja gjald á seingjarpláss verið umrøtt í fleiri førum.
Lógaruppskot eru eisini løgd fram í Løgtinginum hesum viðvíkjandi, men enn er tað ikki eydnast at fáa ein politiska semju um málið.
Landsstýriskvinnan hevur biðið fyrisitingina í ráðnum um at hyggja eftir málinum viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á sjúkrahúsunum, við atliti til at finna loysnir á hesum átroðkandi trupulleika.
Til spurning 7
Sjúkrahúsverkið hevur gjørt hagtøl fyri liðugt viðgjørdar sjúklingar síðan 2020. Síðani tá er talið á seingjardøgum hjá liðugt viðgjørdum sjúklingum hækkað nógv, og er í dag meir enn tvífaldað síðan 2020.
Talva 4 vísir samlaða talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum frá 2020 til í dag. Grøna linjan vísir hvør støðan var í november undanfarnu árini, so til ber at samanbera við november í ár.
Talva 4
Talva 1 og talva 4 geva eina ábending um, at talið sær út til at hava funnið eina nøkulunda fasta legu, og talva 1 vísir, at tað er sera lítil munur ímillum tølini í 2024 og 2025.
Samstundis er tað vert at leggja afturat, at talið av liðugt viðgjørdum sjúklingum í
Sjúkrahúsverkinum er alt ov høgt í dag, og fer komandi árini helst at økjast í sambandi við, at talið av eldri fólkum, sum tørva fleiri heilsutænastur, fer at vaksa.














