Týskvøldið skipaði Treysti fyri hugnaløtu fyri Julian Gregersen, sum hin 7. desember setti nýtt met í frælsum ítrótti.
Endatíðin hjá honum gjørdist 2:21:30.
- Hetta er nýtt føroyskt met, sum eisini er seks minuttir betri enn gamla metið hjá Absalon Hansen á Oyggjaleikum í Føroyum í 1989.
Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum.
- Ómetaliga flott, leggja tey aftrat.
Á hugnaløtuni var Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, á gátt við blómum.
##med2##
Borgarstjórin rósti Julian fyri sítt bragd, og takkaði honum fyri at vera eitt sera fyrimyndarligt ítróttafólk.
Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði Juliani Gregersen eina gávu frá felagnum og øðrum góðum stuðlum.
- Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, Julian, eru orðini á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu í dag.












