Tað er nógv hent í ítróttarhøllini í ár

- Serliga í atknýttum hølum til sjálva høllina, siga tey í Vestmanna kommunu

Vestmanna ítróttahøll varð tikin í nýtslu í 1986, og at kalla einki er broytt ella útskift síðan, hóast virksemið er nógv og hevur verið tað alt árið runt í skjótt 40 ár út í eitt.

 

- Tí er nú stórt viðlíkahaldsarbeiði gjørt í ár. Neyðugar dagføringar eru gjørdar á ventilatión, hitaskipan el og tak, men eisini er mangt annað dagført í ítróttarhøllini.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Vist verður á, at í forhøllini eru wc'ini dagførd, alt vvs er skift út, og vesiklivarnir eru eisini nýggir, umframt at veggir eru málaðir.

 

- Birklíknandi folio er lagt á hurðarnar í forhøllini, sum áður vóru bláar, og nýggir møblar eru komnir í forhøllini, so til ber at seta seg niður ella standa við eitt háborð og fáa sær ein kaffimunn.

 

Harumframt eru radiatorarnir skiftir, sum nú eisini kunnu brúkast sum benkur. Í forhøllini er nýtt høli gjørt við køki, ið VÍF brúkar sum sølubúð til dystir og sum kommunan og onnur annars kunnu brúka til tiltøk.

 

Folio er klistrað á vindeyguni, so ikki sæst beinleiðis inn í hallarkøkin, og tað er Ann-Mari Egholm, ið hevur sniðgivið. 

 

Ikki einans hevur forhøllin fingið eitt lyft, men eisini er dentur lagdur á at fáa nakað av søgu inn.

 

- Í durinum er endaveggurin tapetseraður við einari eldri hondbóltsmynd frá fyrst í sekstiárunum. Tað er Johnny Joensen, sum skjýtur, og myndamaður er Erik Tørslev Pedersen.

 

Í Vestmanna kommunu siga, at tað er Páll Hellu, sum hevur latið myndina, og eftir ætlan fara fleiri eldri myndir at prýða veggirnar.

 

Skiftingarrúmini eru eisini dagførd, alt vvs er skift, og serliga kemur tað væl við, at kranarnir nú eru sjálvvirkandi, so tað slepst undan harpiksi á handtøkunum.

 

- Skiftingarrúmini eru eisini málað, træbenkurnir eru hølvaðir og smurdir av nýggjum, og byrjað er uppá at skifta flísarnar í brúsurúmunum.

 

Sagt verður, at ein tilbygningur er bygdur aftrat høllini út móti Gjógvará, og tilbygningurin, sum skal brúkast sum styrkirúm hjá VÍF, verður liðugur fyri jól.

 

Umframt, at stórur dentur er lagdur á viðlíkahald í ár, eru eisini fleiri orkusparandi átøk sett í verk, samstundis sum hugsað hevur verið um at effektivisera.

 

- Í sjálvari høllini eru allar lampur skiftar út við LED, og sensorar eru settir á, so lampurnar slókna, tá eingin rørsla er í høllini.

 

Lagt verður aftrat, at lásini í øllum hurðum eru skift, og nú er alt elektronisk lás, og endamálið er at hava stýr á atgongdini til ymisku hurðarnar, samstundis sum tað slepst undan stórum lyklatyssum og at kopiera lyklar.

 

- Nýggj net eru sett aftanfyri málini, ið eru løtt at fáast við, og ein vaskirobottur vaskar nú hvørja nátt hallargólvið, sum leysgevur arbeiðstímar hjá húsavørðum.

 

Í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat, at í komandi ári verða størri ábøtur gjørdar í skúlanum í Vestmanna.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##