Maðurin skeyt úr minst 120 metra fjarstøðu

Gerningsmaðurin, ið skeyt eftir Donald Trump, brúkti hálvautomatiska riflu

(TMZ/Ritzau Scanpix)

Gerningsmaðurin aftanfyri drápsroyndina av Donald Trump, fyrrverandi forseta og forsetavalevni í USA, skeyt av takinum á einum bygningi, sum liggur góðar 120 metrar frá staðnum, har Trump helt røðu.

Tað skrivar CNN, sum hevur greinað staðið og upplýsingar frá myndugleikunum.

Hendingin fór fram á veljaratiltaki í býnum Butler í amerikanska statinum Pennsylvania í nátt føroyska tíð.

Trump varð raktur í oyrað, men kom væl frá hendingini. Eitt fólk lat lív, og vaktarfólk skutu gerningsmannin til deyðis. Tvey fólk vóru særd.

The New York Times skrivar, at ein hálvautomatisk rifla av slagnum AR-15 var funnin hjá deyða gerningsmanninum.

Eygnavitnið Gary O'Donoghue sigur við BBC, at hann royndi at ávara løgreglufólk um mannin, áðrenn hann skeyt Trump.

Samveldisløgreglan sigur, at gerningsmaðurin var 20 ára gamli Thomas Matthew Crooks. Nú verður kannað, hvat motivið var fyri, at hann skeyt Donald Trump.

AR-15 riflan hevur verið brúkt í fleiri álvarsomum skottilburðum í almenna rúminum í USA seinnu árini

(TMZ/Ritzau Scanpix)

AR-15 riflan hevur verið brúkt í fleiri álvarsomum skottilburðum í almenna rúminum í USA seinnu árini