Maduro lendur í New York

Fleiri útlendskir miðlar vita í kvøld at siga, at Nicolás Maduro er lendur á amerikanskari jørð, og at hann er fylgdur úr flogfarinum

 

Verdens Gang veit í kvøld at siga, at forsetin í Venusuela, Nicolás Maduro og kona hansara, Cilia Flores, eru lend á einum flogvølli norðanfyri New York.

 

Fleiri útlendskir miðlar vistu í kvøld at siga, at Nicolás Maduro var lendur á amerikanskari jørð, og at hann er fylgdur úr flogfarinum.

 

Millum miðlarnar, sum bóru hesi tíðindi, vóru eitt nú Reuters og CBS News, og Verdens Gang er millum miðlarnar, sum endurgeva.

 

Forsetin í Venesuela og kona hansara vórðu tikin til fanga í heiminum hjá forsetahjúnunum í høvuðsstaði landsins, Caracas.

 

Tað vóru amerikanskar serdeildir, sum stóðu fyri handtøkuni í forsetabústaðnum. Hetta hendi, samstundis sum amerikanski herurin leyp á fleiri mál ymsastaðni í Venesuela.

 

##med2##

 

Sambært útlendskum miðlum hevur amerikanska løgmálaráðið kunngjørt fleiri skuldsetingar móti forsetanum, konu hansara og soninum, Nicolás Ernesto Maduro Guerra.