Flogferðsla
Vágar:Ein túr afturat um vikuna og nýggj tilboð til Føroyingar, sum ætla sær til Jyllands at halda frí, er nakað, Maersk Air fer at bjóða í summar.
Steffen Riiskjaer, sølustjóri hjá Maersk Air í Billund, sigur, at frá 5. apríl og hvønn leygarmorgun fram til 25. oktober fer Maersk Air at flúgva úr Billund til Føroya. Flogið verður úr Billund klokkan trý korter til átta og úr aftur Vágum klokkan hálvgum tíggju.
Talan er um nýggjan frekvens á eini verandi rutu, sum hann tekur til.
Steffen Riiskjaer sigur, at tey hava merkt ein vaksandi áhuga millum føroyingar, sum vilja ferðast til VesturDanmark, sum hann nevnir tað, og setir hann tað í samband við, at tað búgva nógvir føroyingar í Jyllandi.
Samstundis er eisini ein vaksandi áhugi millum danir, sum vilja vitja Føroyar, men helst vilja gera skjótt av.
Og tað fer so at bera til við hesum nýggja túrinum. Tí nú verður møguligt at bjóða dønum eins og føroyingum vikuskiftisferðir millum Billund og Vágar. har flogið verður út leygardag og heim aftur mánadag, tá annars vanliga verður flogið.
Í háárstíðini - um summarið - verður vanliga eisini flogið aðrar dagar, sigur Steffen Riiskjaer og nevnir eitt nú mikudag og fríggjadag, soleiðis at komandi summar kann roknast við, at flogið verður millum Billund og Vágar mestsum hvønn dag í viku.
Maersk Air arbeiðir við nýggjum tilboðum til teirra, sum hava hug at vitja Jylland í Summar, sigur sølustjórin í Billund.
Eitt nú fer einaferð í januar at verða lýst við einum familjupakka, har vitjan í Legolandi er íløgd. Talan kann vera um túr, har flogið verður úr Føroyum leygardag og heim aftur mánadag.
Eisini fer Maersk Air at bjóða viðskiftafólki ein flogpakka við summarhúsleigu og billeigu íroknaðum. Tann túrurin fer so at vara frá leygardegi til leygardag, sum eisini passar til teir dagar, ein vanliga leigar summarhús í eina viku.
Hinvegin verður eisini skipað fyri bólkaferðum, sgur Steffen Riiskjaer. Tann 5. apríl sendir blaðið Check In, sum Billund Lufthavn gevur út, ein bólk av lesarum sínum til Føroya.