Maggie's dregur stjørnurnar

Tað er staðið, tað er Nólsoy og tað er Terji Rasmussen, sigur Signar í Homrum, sum hevði konsert leygarkvøldið.

Tað er staðið, tað er Nólsoy og tað er Terji Rasmussen, sigur Signar í Homrum, sum hevði konsert leygarkvøldið.

Maggie's hjá Terja Rasmussen er vorðið tað stóra og nýggja staðið at verða hjá stóru tónleikastjørnunum í landinum.

Kim Hansen var ein av teimum fyrstu nøvnunum, sum hevði konsert í Maggie's, leygarkvøldið var tað so Signar í Homrum, og á skránni seinni í mánaðinum standa bæði Lena og Niclas og Eivør.

- Nólsoy er so fantastiskt, og sjálvt um tað bert passa 40-50 fólk inn í caféina, so er tað stak hugaligt at spæla fyri teimum, heldur enn fyri hálvfyltum høli, har pláss er fyri fleiri hundrað, sigur Signar í Homrum.

Hann var sera væl nøgdur við tiltakið, sum eisini hevði lokkað fleiri fólk úr Havn út um fjørðin til konsertina.

- Hetta er frálíkt, og tað er avgjørt ikki pengarnir, sum telja. Bara tað, at vera her í selskapi við Terja, og at vera í Nólsoy, er fantastiskt, sigur Signar í Homrum.

Og tað skal sigast, at tað er langt frá dýrt at koma til konsert í Maggie's. Atgongumerkið kostar nevniliga bara 50 krónur.