Magne kennir seg hvørja viku vera part av finalu

Jákup Martin Joensen og HB hava seinnapartin møguleika av álvara at kveikja spenning í

KÍ hevur fulla úrtøku, og HB hevur ikki tapt. KÍ er varpað úr kappingini um løgmanssteypið, og HB er favorittur at vinna steypakappingina.

 

Í dag bresta skjótt 119 ára gomlu javnaldrarnir saman í Gundadali. Úrslitið fer av álvara at avgera, hvussu tað verður við kappingini um meistaraheitið. KÍ hevur 24 stig, og HB hevur 20 stig.

 

Síðsta sunnudag var avrikið ikki so sannførandi, tá ið KÍ á heimavølli vann 1-0 ímóti ÍF:

 

-Vit fegnast um tann sigurin og at hava fulla úrtøku eftir átta umfør. At vit eru topplið, og at vit eru meistarar ber við sær, at mótstøðuliðini eru serliga uppsett, og vit kenna tað viku eftir viku, sum vit eru í finalu. Nú eru vit betri sinniliga fyrifeikaðir, enn vit kanska vóru ímóti ÍF. HB er væl fyri, og avgerandi fyri úrslitið verður eisini, hvør hevur funnið rætta mátan at spæla uppá, segði KÍ venjarin Magne Hoseth mitt í vikuni í samrøðu við KÍ heimasíðuna.

 

Ivamálið hjá KÍ er, um væl upplagdi vongverjin í vinstru Patrick da Silva er tøkur. Hann var ikki við ímóti ÍF. René S. Joensen hevur verið skaddur, men hann verður á listanum í dag.

 

Jákup Martin Joensen hevur av álvara lyft HB. Síðani venjaraskiftið er úrtøkan tveir sigrar í landskappingini og 2-0 sigur ímóti B36 í fjórðingsfinaluni í steypakappingini. Allir HB spælararnir eru tøkir, og tað er kapping um plássini á liðnum.

 

-Um vit eru fokuseraðir og vísa rætta hugburðin, so hava vit møguleika at vinna ímóti KÍ og øllum hinum, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen.