Magni Arge: Borið tveir brunnar í 2006

-Tað hevði verið best fyri vinnuna um tveir brunnar vórðu boraðir í 2006 heldur enn ein tá og ein árið eftir. Tað hevði verið stórur fyrimunur fyri føroyskar tænastuveitarar, um báðir brunnarnir lógu í forlongilsi

Oljuleiting
Jan Müller
[email protected]

Atlantic Airways ætlar sær at vera við, tá oljubrunnar skulu borast í komandi ári og í 2007. Magni Arge, stjóri og formaður í Oljuvinnufelagnum heldur, at tað er uppá tíðina, at tað verður borað aftur á landgrunninum nú eftir ein longri stegð. Men hann heldur eisini, at tað er spell, nú feløg hava gjørt av at bora, at tað ikki hevur eydnast at hava tvær boringar í forlongilsi av hvørjari aðrari í 2006. Tað liggur nevniliga í kortunum, at BP borar í 2007, meðan Statoil eftir øllum at døma borar í 2006.

-Tá tíðarskeiðini verða ov stutt, verður tað sera stríggið at fáa mobiliserað tvs. at fáa alt upp at standa rundan um eina boring. Tú er ikki meira enn komin í gongd, so skal tú gevast aftur fyri so árið eftir at byrja av nýggjum. Magni Arge sigur víðari, at tað besta hevði verið bæði fyri oljufeløgini og fyri føroysku tænastuvinnuna, um teir báðir brunnarnir á basaltinum vórðu boraðir sama árið, soleiðis at sami logistikkur varð brúktur yvir eitt longri tíðarskeið. Allir partar høvdu verið hugaðir at gjørt tað, um tað bar til. Hetta hendi m.a. í fyrstu útbjóðing, og tað var sera gott fyri vinnuna.

Uppá fyrispurning hví hetta ikki ber til sigur Magni Arge, at tað kann hava fleiri orsøkir. Ein er tann, at feløg eru kanska ikki tilreiðar at fara undir at bora næsta ár, ein onnur kann vera tann, at tað er so torført at fáa ein boripall. -Vit hava sjálvandi onga ávirkan á, nær oljufeløgini halda seg vera klár til at bora, men tað hevði verið gott fyri okkara vinnulív, um vit fingu tveir brunnar í 2006 heldur enn ein tá og ein í 2007.