Magni Jøkladal og Pól Egholm vunnu føroyameistaraheitið

Bridge: FM fyri pør

 

Føroyameistarakappingin fyri pør varð spæld í Bridgehúsinum fríggjakvøldið og leygardagin 1. og 2. mai. Spæld vóru tilsamans 90 spøl, og 16 pør tóku lut í kappingini. Hetta var fyrstu ferð at FM-kappingin fyri pør varð spæld við skermum, og eydnaðist hetta sera væl.

 

Samanuntikið kann sigast, at talan var um eina sera javna og spennandi kapping, har fleiri ymisk pør dystaðust um oddasessin.

 

Fríggjakvøldið myndaðu ávikavist Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, Ármi M. Dam – Símun Lassaberg, Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr, Viggo Johannesen – Heini Joensen, og Jóannes Mouritsen – Per Kallsberg oddasessirnar í kappingini.

 

Sum kappingin leið leygardagin gjørdist greitt, at kappingin um FM heitið fór at standa ímillum Magna Jøkladal – Pól Egholm, Jóannes Mouritsen  - Per Kallsberg, Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin og Árna M. Dam – Símun Lassaberg. Hesi pørini vóru sera jøvn til langt varð útliðið av kappingini, og tískil skuldi avgerðin falla í seinastu trimum umførunum.

 

Undan seinastu trimum umførunum lógu Magni Jøkladal – Pól Egholm á odda, meðan Jóannes Mouritsen  - Per Kallsberg og Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin lógu á ávikavist øðrum og triðja plássi. Magni Jøkladal – Pól Egholm megnaðu í seinastu trimum rundunum at varðveita oddasessin, og gjørdust teir sostatt Føroyameistarar fyri pør 2026. Annað plássið fingu Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin, meðan Árni M. Dam – Símun Lassaberg spældu seg til eitt triðja pláss.

 

Pørini, ið høvdu eitt úrslit oman fyri miðal (50%), í kappingini vóru hesi:

 

1. Magni Jøkladal – Pól Egholm  715 (56,8%)

 

2. Arnbjørn Sivertsen – Jákup Hjaltalin   699 (55,5%)

 

3. Árni M. Dam – Símun Lassaberg         689 (54,7%)

 

4. Rúni Mouritsen – Bogi Simonsen        688 (54,6%)

 

5. Jóannes Mouritsen – Per Kallsberg     686 (54,5%)

 

6. Viggo Johannesen -  Heini Joensen     680 (53,9%)

 

7. Arne Mikkelsen – Dánjal Pauli Mohr   649 (51,5%)

 

8. Birita Clementsen – Maria V. Hansen  632 (50,2%)

 

9. Arnleyg Mikkelsen – Marjun Restorff  631 (50,1%)

 

Til kappingina hevði Føroya Bridgesamband fingið danska kappingarleiðaran Jacob Dutschek til føroya at leiða kappingina. Við sínum mongu royndum sum altjóða kappingarleiðari leiddi Jacob Dutschek kappingina við kønari hond.

 

Á hesu slóð síggjast úrslit og spøl frá FM-kappingini fyri pør: https://resultater.bridge.dk/template/turnering.php?mainclubno=7100&clubno=2&tournament=528