Magni: Stórur ítróttarligur munur

Eftir nakrar vikur í La Coruna hevur Magni Mohr fingið gott innlit í spanskan fótbólt

Eftir nakrar vikur í La Coruna hevur Magni Mohr fingið gott innlit í spanskan fótbólt. Eitt eru spælararnir hjá Deportivo, men eitt annað er eisini granskingin av mótstøðuliðunum. Her er vágbingurin ikki í iva um, at norðurlond eru langt afturúr.

 

(Brot úr grein í Sosialinum mikudagin 2. mai)

 

- Tað er stórur munur á føroyskum og norðurlendskum fótbolti, og so Deportivo og La Liga. Tað er serliga tað tekniska og hvussu skjótt teir hugsa. Tí tað gongur so avbera skjótt fyri seg. 

 

Norðurlendskir spælara hava mangan trupult við at hugsa nóg skjótt, meðan vit síggja at føroyskir spælarar hava trupult við yvirhøvur at spæla í Superliguni yvirhøvur. So tað er langt upp til toppin, staðfestur Magni Mohr.

 

Les eisini: Skulu steðga Messi

 

Tá tað nú eru fleiri venjarar, so kundi ein hildi, at teir ikki gera annað enn fortelja spælarunum hvat teir skulu gera, eta og venja. Men soleiðis er ikki.

 

- Talan er um spælarar, sum eru væl skúlaðir. Vit ganga ikki aftaná tieimum, og fortelja teimum hvat teir skulu eta og drekka. Fyri ein stóran part venja teir eisini sjálvir uttanfyri venjing, tí teir vita hvat teir skulu. Tað eru teir skúlaðir til, fortelur Magni Mohr og leggur afturat:

 

- Ein stórur munur er, at vit brúka fleiri tímar upp á at planleggja venjingarnar. Tað er einki roks, tá venjing er byrjað. Alt er planlagt og alt verður mált og allir kenna sína uppgávu, sigur Magni Mohr um uppsetingina hjá venjaratoyminum.