Fiskivinna
Rannsóknarskipið, Magnus Heinason, ger í hesum døgum summar-yvirlitstrolingar á landgrunninum.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at endamálið við hesum trolingum er at finna út av, hvussu støðan hjá fiskastovnunum er.
- Hetta eru neyvan kanningar, har nøkur hundrað tóg verða gjørd um allan landgrunnin í ein heilan mánaða. Vit gera tveir túrar, sum vara í einar 14 dagar hvør.
Sami reiðskapur
á somu leiðum?
Leiðarin sigur, at Magnus Heinason brúkar sama fiskireiðskap til hesar kanningar á hvørjum ári og leiðirnar, sum verða kannaðar, eru eisini tær somu.
- Hetta er tann vaksni fiskurin, sum verður kannaður og eftir hvørt tóg, verða eitt nú aldursbýti, vøkstur og føðin skrásett.
- Tá ið yvirlitstrolingarnar eru lidnar, verða samanberingar gjørdar við árini frammanundan, sigur hann.
Petur og Jákup
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at yvirlitstrolingarnar eru ein liður í stovnsmetingini.
Hendan fyrsta túrin er Petur Steingrund við Magnusi Heinasyni, og á seinna túrinum verður Jákup Reinert við.