Magnus Heinason skal ikki fiska nógv

Magnus Heinason tænir sínum endamáli væl, sigur Jacob Vestergaard í svari til Kára P. Højgaard.

Magnus Heinason tænir sínum endamáli væl, sigur Jacob Vestergaard í svari til Kára P. Højgaard.

 

Kári P. Højgaard setti herfyri Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskvivinnumálum, nakrar fyrispurningar um yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason, har róð var framundir, at úrslitini hjá Magnusi Heinason vóru óálítandi, tí at hann, samanborið við onnur skip, var ófiskiligur.

 

Hesin vísir landsstýrismaðurin aftur.

- Endamálið við yvirlitstrolingunum er ikki at fáa so nógvan fisk sum gjørligt, men at fáa álítandi upplýsingar um broytingar í nøgd av fiski frá einum ári til annað, skrivar landsstýrismaðurin í svari sínum til løgtingsmannin. 

 

Jacob Vestergaard greiðir frá, at fremsta endamálið hjá Magnusi Heinason er at veita føroysku myndugleikunum at samanberingargrundarlag, og tað verður best gjørt, við at nýta sama skip og somu veiðihættur ár eftir ár.

 

Hann metir, at yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi Heinason á føroyska landgrunninum, hava givið eina sera góða mynd av støðuni hjá botnfiskinum. Millum annað vísir hann á, at tað er 93 prosent samsvar millum nøgd av trý ára gomlum smáfiski, sum Magnus Heinason fiskar, og samlaða talið av toski av sama árgangi, sum er fiskað alt lívið.

- Harvið kann ein taka vísitalið hjá Magnusi Heinason fyri trý ára gamlan tosk eitt ávíst ár, og falda tað við einum ávísum tali, og fáa eitt gott boð upp á, hvussu stórt tal verður fiskað av hesum árgangi tey komandi átta árini, sigur Jacob Vestergaard í sínum svari.

 

Kári P. Højgaard nevndi møguleikan, at ein trolbátur skuldi fiska saman við Magnusi Heinason til samanberingar, men hesum sær Jacob Vestergaard onga nyttu í.

- Hóast ein trolbátur hevði fingið munandi meiri av fiski á somu tóvum sum Magnus Heinason eitt ávíst ár, so hevði tað ongar eyka upplýsingar givið um støðuna við botnfiski, tí veiðan hjá trolbátinum kann ikki samanberast við nakað. At samanbera veiðina hjá trolbátinum beinleiðis við veiðina hjá Magnusi Heinason hevði verið skeivt, tí munurin í veiðievnunum hjá Magnusi Heinason og trolbátinum hevði verið ókendur, sigur Jacob Vestergaard.