Nú jólatíðin nærkast – mót’ ársins enda ber – fer hugurin at sveima um tað, sum farið er, fram rennur aftur løtan, sum svár so mongum var, tá feigdin gjørdi um seg, og boð var eftir tær.
Í silvitni tú sigldi og gleddist um títt far, eitt summarkvøld so vakurt út hugurin teg bar, tað ongan mundi vara – tú bar ei boð í bý – so eru Harrans vegir – vit skilja ikki hví? – Tað kennist tómt á garði – nú tú ei hoyrist her, eitt lívsstykki er farið, og sakn tað við sær ber. ___
Títt lætta, ljósa lyndið og skemtiliga tos – og hartil oftast spældi á vørrunum eitt bros, slíkt kundi lyfta hugin upp um alt strev og stríð, eitt gott orð við á vegnum stórt virði er í tí. – - - Sum granni vart tú góður – og gott var vinalag, av tiltøkum so mongum tit løgdu rygg til tað.
Men vanlukka teg rakti, og arbeiðsførið fall, tað tók tær fast, at trygdin tær slepti upp á fjall, men nú teg feigdin rakti, so frægt tú mentur var, at vón um ljósar løtur í barminum tú bar. ___
Meg minnist nýggjársaftanskvøld í fjør um miðjunátt, tá saman okur stóðu – árið fór um evstu gátt – og sóu bálalogan, sum móti skýggjum dró, við minnum um tað farna og ynskjum blíð og góð. Jú, mannabørn tey spáa, men Harrin hann man ráða.
Við hesum fátæku orðum vilja okur lýsa frið yvir minnið um grannan og vinmannin Magnus Holm.
.....
Gjógvarávegur 11
NePtuN