Magnus Kolldømdur: Sjey føroysk met og níggju juniormet

Føroyska luttøkan á Evropisku Juniormeistarastevnuni í Antwerpen, er nú av, og sum heild hava okkara svimjarar staðið seg avbera væl.

 

Tað sigur Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandinum.

 

Tey svumu upp ímóti og settu eisini fleiri met, sum tey í flestu førum sjálvi eiga frammanundan.

 

Magnus Jákupsson setti fimm føroysk met, fimm juniormet og kvalifiseraði seg tríggjar ferðir til hálvfinalu, og Cecilia Wigant Eysturdal hartil 2 føroysk juniormet.

 

Met sett á EJM 2012

Mikudag 4. Juli:

Magnus Jákupsson 24.79 í 50 firvald

Magnus Jákupsson 57.91 í 100 rygg

Magnus Jákupsson 24.69 í 50 firvald (hálvfinala)

 

Hósdag 5. Juli:

Cecilia Wigant Eysturdal 4:37.51 í 400 frí

 

Fríggjadag 6. Juli:

Cecilia Wigant Eysturdal 2:11.64 í 200 frí

Magnus Jákupsson 2:04.43 í 200 rygg

Magnus Jákupsson 2:04.12 í 200 rygg (hálvfinala)

 

Leygardag 7. Juli:

Magnus Jákupsson 26.53 í 50 rygg (og í hálvfinalu)

Magnus Jákupsson 54.12 í 100 firvald

 

Í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing, svam Magnus seg ímillum átta teir skjótastu sum kvalifiseraðu seg víðari til finalu.

 

Men tíverri var hann kolldømdur, tí at yvirdómarin metti at hann hevði okkurt klistrandi undir fótunum at hava betri fótafesti á kantinum, tá ið startskotið gekk.

 

- Magnus sigur at tað má vera komið á føturnar ávegis út í hylin, og avgerðin varð tí eisini kærd fyri dómsnevndina á staðnum, men hon staðfesti avgerðina hjá yvirdómarinum, sigur Jon Hestoy.

 

Myndina hevur Svimjisambandið tikið.