Fótbóltur
Talan er um rættiliga prinsipielt mál, sum Aganevndin hjá FSF nú fær á borðið.
Sum vit fyrr hava skrivað her í blaðnum, so metir B71, at B36 ólógliga hevur verið eftir Magnusi Olsen, sum er sáttmálabundin at B71.
Í fyrsta lagi varð fráboðan um hetta send Starvsnevndini hjá Fótbóltssambandinum. Her varð málið tó ikki viðgjørt, tí Starvsnevndin metti, at B71 eigur at kæra hetta til Aganevndina.
Og tað er júst tað, sum B71 nú fer at gera.
- Endamálið hjá okkum er als ikki at forða einum spælara í at fara til eitt annað felag, sigur Eli Hentze, sum er venjari hjá B71.
- Men har eru nakrar reglur galdandi á økinum. Talan er um spælara, sum er sáttmálabundin við okkum, og tí eiga reglurnar á økinum at verða fylgdar. Verða tær ikki tað, so er eingin orsøk til at hava gókendar spælarasáttmálar, sigur hann.
B36 kærir FSF
So leingi sum B71 hevur sáttmála við Magnus Olsen, hevur FSF ikki møguleika at útskriva nýtt spæliloyvi upp á spælaran. Hetta er eisini orsøkin til, at FSF ikki vildi útflýggja spæliloyvið, tá B36 søkti um hetta í farnu viku.
Fyri at spælarin ikki skal læsast undan evstamarkinum fyri spælaraflytingar, hevur B36 eisini kært umsitingina hjá FSF fyri ikki at vilja útskriva spæliloyvið. Í B36 meta tey, at reglurnar á økinum eru fylgdar. Millum annað hevur formaðurin áður ført fram, at tey hava verið í samband við formannin hjá B71, og at tey eftir hetta hava tosað við spælaran.
Soleiðis hevur Aganevndin fingið tvær kærur um sama mál. Og talan verður her um eina rættiliga prinsipiella avgerð, sum skal takast.