Mahrez bestur í Afrika

Bóltúrmælingurin hjá Leicester vann í gjár heiðurin sum besti, afrikanski fótbóltsleikari í 2016

Tað var ikki bara Cristiano Ronaldo, sum vann ein serligan einstaklingaheiður í gjár. Í gjár skuldi ársins besti fótbóltsleikari úr Afrika veljast, og her var tað bóltsnillingurin á høgra vongi hjá enska Leicester, Riyad Mahrez úr Algeria, sum streyk avstað við heiðrinum fyri fyrstu ferð á yrkisleið síni.

 

Mahrez varð valdur at vinna heiðurin fram um Pierre-Emerick Aubameyang úr Borussia Dortmund, Sadio Mané úr Liverpool, André Ayew úr West Ham og Yaya Touré úr Manchester City.

 

Riyad Mahrez hevur havt eitt sera gott 2016, har hann saman við liðfeløgum sínum í Leicester skapti aldarinnar undur í Premier League, tá ið Leicester fullkomiliga óvæntað vann enska meistaraheitið. Riyad Mahrez varð í hesum kappingarárinum valdur til ársins leikara hjá leikarunum í Premier Leaguer, og var hann ein tann týdningarmesti maðurin fyri, at tað læt seg gera hjá lítla Leicester at vinna Premier League. Riyad Mahrez skoraði skoraði 17 mál og legði upp til 11 mál í besta kappingarárinum í søguni hjá Leicester.

 

Riyad Mahrez er eisini einasti afrikanarin, sum er ímillum teir 23 tilnevndu, tá ið FIFA í januar skal velja heimsins besta fótbóltsleikara í 2016.