Tað var eingin kjansur at sløkkja eldin, sum kom í stóra verksmiðjuskipið Athenu, tá ið tað lá við bryggju í Runavík. Umvælingararbeiðið var gjørt umborð, og helst hevur okkurt í tí sambandi havt við sær, at eldur festi í skipið.
Eftir ongari tíð breiddi eldurin seg ógvusliga, og út á náttina stóð skipið í ljósum loga. Eisini hoyrdust ógvusligar spreingingar umborð, og tað gjørdi tað eisini óhugsandi hjá sløkkiliðsfólki at fara umborð á skipið fyri at royna at sløkkja eldin.
Løgreglan ruddaði tí havnalagið, so at skaði ikki stóðst av spreingingunum umborð á skipið, og seinni vóru fólk eisini biðin um fara úr húsum ymsastaðni á Skálafjørðinum, tí roykurin frá skipinum kundi verða vandamikil.
Sløkkiliðsfólkini kundu bert hyggja at, meðan skipið brendi út, og roynt var bert at køla skipið niður. At enda sløknaði eldurin, men tá var einki gott eftir av Athenu, sum seinni var seld til upphøggingar í Danmark.
***
Súni stjóri í Eik
Súni Schwartz Jacobsen tekur við sum forstjóri í Eik Banka, eftir at hann í fleiri ár hevur verið í leiðsluni í Føroya Banka.
- Føroyski parturin av Eik Banka ein sunn fyritøka. Tað var ikki hesin parturin av samtakinum, ið var høvuðsorsøkin til at fyritøkan fór av knóranum, tað vóru onnur viðurskifti, sigur hann.
- Tað er við spenningi, at eg seti meg í stjórasessin. Eik Banki er broyttur munandi, tí nú hava vit bert ein marknað at fokusera upp á, og tað er Føroyar, og tað fara vit eisini at leggja alla orkuna í, sigur Súni Schwartz Jacobsen.
Skuldsettur fyri svik
Fyrrverandi stjórin í Injector Trawldoors, Jan Allan Müller, verður skuldsettur fyri bedragarí í milliónaklassanum. Skuldsetingin kemur nú – eitt ár eftir, at leiðslan í felagnum meldaði málið til løgregluna.
– Orsøkin til, at málið hevur tikið so langa tíð er, at málið er sera fløkt, sigur Torben Svarer, politikommiserur í Sydøstjyllands Politi.
Injector Trawldoors, sum fór á heysin í september í fjør, gjørdi útgerð til fiskiídnaðin, og tað vóru fyrrverandi eigararnir av virkinum, sum varnaðust, at stjórin eftir øllum at døma svindlaði við felagsins pengum. Síðani kom løgreglan upp í málið.
Børn í viðførisrúminum
Foreldur at børnum í skúlanum á Skála hava kært tveir lærarar, eftir at teir fóru biltýur til Gøtu við einum 4. flokki. Bilurin, sum lærararnir koyrdu í, var ikki so stórur, at øll børnini kundu sita bundin, og tí vórðu trý børn koyrd í viðførðisrúmið til Gøtu og aftur. Foreldrini vóru forfard, tá ið tey frættu hetta, og foreldrini at einum næmingi, sum sat í viðførisrúminum, vóru so skelkað, at tey kærdu tilburðin til Mentamálaráðið.
Fær ikki starv
Presturin Hans Eiler Hammer hevur søkt minst fimtan størv, sum hann metti seg vera væl skikkaðan til, í Føroyum, men hann hevur ongantíð frætt aftur. Sakarmálið, sum hann nú er fríkendur í í Noregi, er óivað orsøkin, heldur hann.
- Áðrenn alt hetta hendi, varð eg brúktur allastaðni sum prestur, tí eg hevði so drúgvar royndir. Eg var tann royndasti presturin, sum øll høvdu álit á. Við málinum var alt sett upp á spæl, og sjálvt um eg nú eri fullkomiliga frídømdur, er mítt áður so góða umdømið skakað, sigur Hans Eiler Hammer.
***
Tað er gott og behagiligt at verða kendur persónur í Danmark, og eg verði ikki bukaður av nøkrum. Eg kann viðmæla øllum at blíva kend.
Anders Lund Madsen, danskur sjónvarpsvertur og skemtari
1. mai verður ikki longur arbeiðaradagurin, men dagurin, tá ið Osama Bin Laden var sendur express til helvitis.
Høgni Djurhuus, klummuskribentur í Sosialinum