Mainhard Danielsen er settur í tíðaravmarkað starv sum havnaumsjónarmaður við Runavíkar havn. Starvstíðin røkkur fram til 31. desember 2024.
- Orsøkin til tíðaravmarkingina er, at sitandi borgarstjóri í kommununi er í farloyvi frá starvinum sum havnarmeistari. Tað starvið røkir Brandur Højgaard í farloyvistíð hansara.
Í Runvíkar kommunu vísa tey á, at Mainhard Danielsen er úr Saltangará. Hann er 57 ára gamal, útbúgvin skipsførari og hevur siglt sum skipari við skipum hjá útgerðarfelagnum Navigare síðan 2004.
- Mainhard Danielsen er ikki ókendur á havnarskrivstovuni, har hann av og á millum túrar hevur loyst av sum havnaumsjónarmaður, tá tørvur var á hesum.
Tríggjar umsóknir vóru til starvið, og í Runavíkar kommunu ynskja tey Mainhardi Danielsen blíðan byr í nýggja starvinum.