MaJazz til Føroya

Rytmiska kórið MaJazz verður á ferð í Føroyum í eina viku fyrst í juli 2007. Mong í kórinum hava bert sæð Føroyar á myndum, so tað er við stórum vónum og spenningi, kórið kemur til Havnar 30. juni.

Tey gleða seg at síggja føroysku náttúruna, ið er heilt ørvísi enn hon, haðani tey eru. Ikki minni gleða tey seg at luta okkara tónleik við føroyskar áhoyrarar

Kórinið United Voices og Vox úr Tórshavn hava tikið væl ímóti uppskoti um eitt samarbeiði við kór-felagar í økinum. Við undantøku av kórlimum, sum eru í feriu, verður meginparturin av báðum kórunum við til at framføra konsertina, sum verður í Norðurlandahúsinium í Tórshavn 1. juli.

Í Vági bjóðar kórið Ljómur vælkomin til eina løtu saman. Kórleiðarin hjá Ljómið og nakrir av sangarirnum eru á feriu, men tað verður ein hugnalig løta við restini av kórinum í sambandi við konsertina hjá MaJazz í Vágs kirkju 2. juli.

Teir umleið 50 MaJazz sangararnir koma úr Hillerød og Norðursælandi. Kórið, ið kundi halda 20 ára hátíðarhald í 2005, er frammarliga í norðursælendska tónleikalívinum. Á hvørjum ári taka tey lut í ymsum tónleikaframførslum á Sælandi og í Keypmannahavn. Í høvuðsstaðnum kanst tú hoyra tey á so ymsum støðum sum Vestre Fængsel og á Vøllinum í Tivoli.

MaJazz var á ferð í Grønlandi, tá kórið júst var blivið 10 ára gamalt - ein framúr góð uppliving. Tey hava vitjað vinakór úr Svøríki og Sveis, sum eisini hava vitjað tey aftur í Danmark.

Madrigalir og Jazzur, haðani navnið MaJazz kemur, eru høvuðsstílirnir í úrvalinum hjá kórinum.