Hansina er høg, hon hevur gylt hold, myrk eygu og sítt svart hár, sum altíð situr í einum leysum toppi í nakkanum. Hansina, sum er grønlendsk og arbeiðir sum hjálparfólk í barnagarði, er ein ordilig buksugenta - gongur altíð í smølum buksum og stuttum jakka. Hansina brúkar onki smyrsl, men kundi væl hugsað sær at fingið upp í lag at gera meira við útsjóndina.
- Vit skulu øll gera okkara besta fyri at síggja gott út. Ikki bara fyri at vera vøkur á at líta, men absolutt eisini fyri okkum sjálvi, so vit kenna okkum væl, sigur Desiree, sum hevur tikið trý klædnasett fram, sum klæða Hansinu.
Og hon greiðir frá, at tað spennandi við at lata fólk í er, at í dag er alt loyvt, men øll bera ikki alt. So kynstrið er at finna nakað, sum bæði hóskar til persónin, og sum undirstrikar persónligheitina og dygdirnar hjá viðkomandi.
- Tað fyrsta settið er eitt lætt, tíðarleyst og feminint sett frá Masai. Mynstrið er ómetaliga vakurt, og litirnir spæla væl saman. Vit hava valt mynstrutu tunikuna til Hansinu, tí hon er so høg og klæðir væl langar linjur. Hon skal ansa eftir ikki at vera í ov stuttum jakka, tí tá verður hon kubba av, og eleganta sniðið kemur ikki til sín rætt. Við Masai klæðunum eru óendaliga nógvir møguleikar at seta pløggini saman og stílurin er ein lættur og behagiligur bohemestílur við spennandi mynstrum, sum hóskar sera væl til vaksnu kvinnuna, greiðir Desiree frá.
- Næsta settið er meira trendy og stuttligt. Vit hava sett ein prikkuttan niðurdeil saman við einari reyðari rullukragatroyggju og so ein gráan frakka til. Hetta settið er meira ungdómsligt, og Hansina klæðir ómetaliga væl at vera so frískt ílatin, sigur Desiree.
- Seinasta settið, sum vit hava valt er meira gerandisligt, og hóskar eitt nú væl til, at Hansina arbeiðir í barnagarði. Kovboybuksur og lillafarvaður kardigan, sett saman við einari stríputari troyggju er kanska heldur ikki ein samanseting, sum Hansina sjálv hevði funnið uppá, men eins og við tí reyða, so klæðir lilla henni sera væl.
Hansina sigur, at hon væl kundi funnið uppá at keypt øll klæðini, tí hon kennir seg so væl í teimum.
- Eg fari avgjørt at skifta stíl nú, tí eg haldi, at eg trongi til nakað nýtt. Eg eri ómetaliga glað fyri smyrslið og hárið, og næstu ferð eg fari til frisør hjá Bogny, fari eg at lata hana ráða. Mær dámdi allar best settið frá Masai, tí eg kendi meg so fína og vakra í tí. Men sjálvsagt má eg eisini taka atlit til, at eg arbeiði á einum dagstovni, og har ber illa til at vera soleiðis ílatin vanligar dagar, tí vit eru úti í øllum veðri.
--
Nýtt hár og smyrsl
Borgny Kjærbæk, sum eigur Hárrøktan í Øravíkarlíð, hevur staðið fyri hárinum og smyrslinum hjá Hansinu. Borgny greiðir frá, at hon altíð tekur støðið í persóninum, sum situr í frisørstólinum.
- Eg hugsi ikki bara um at klippa allari bygdini eftir nýggjasta rákinum frá meginlandinum, men vil heldur halda meg væl kunnaða um tað, sum fer fram á økinum, og so annars taka støðið í persónligheitini, forminum á høvdinum og skapinum á andlitinum, áðrenn eg klippi. Typan og tilfarið hjá hárinum hevur eisini nógv at siga, og tí velji eg eisini at strípa Hansinu, so hon fær eitt sindur meira lív í slætta grønlendska hárið. Bæði liturin verður meira spennandi og struktururin í hárinum verður eisini betur at arbeiða við, tá eg havi oyðilagt tað eitt sindur við at bleikja tað, greiðir Borgný frá, meðan hon klippir Hansinu.
Og Borgny hevur sett sær fyri, at varðveita longdirnar í hárinum, tí Hansina hevur flott og høg kinnbein, sum verða undirstrikað við klippingini, og samstundis er Hansina ein høg kvinna og kann bera síða hárið.
- Stuttar gentur skulu ansa eftir við ov longum hárið, tí tað ger tær uppaftur styttri á at líta, sigur Borgny, sum kortini ætlar at klippa væl inn í hárið, ger etagur í ymsum longdum og asymetriskar kanalir, sum ger tað lættari og frískari.
- Eins og við klæðunum, er eisini alt loyvt innan hársnið í dag, og so er tað upp til okkara at meta um, hvør ber hvat og hvat hóskar til hvønn, sigur Borgny Kjærbæk, sum hevur verið hárfríðkanarkvinna síðani 1987, og ofta er á skeiði innan økið.
- Tá eg eri einsamøll í salongini, setir tað stór krøv til, at eg alla tíðina fornýggi meg, og tí eri eg á skeiði so ofta, sum tað letur seg gera, sigur Borgný, sum eisini hevur smurt Hansinu.
Borgný hevur strípa hárið hjá Hansinu, og annars varðveitt longdirnar í síða hárinum. Kortini hevur hon klipt væl inn í hárið, so tað ikki er so slætt og tungt, men heldur lætt og lívligt.
Viðvíkjandi smyrslinum er at siga, at Borgny legði fyri við at reinsa húðina væl, og síðani smurdi hon henni við foundation og sunglow putur omaná. Síðan Elisabeth Arden stay-on undir eyguni og á varrarnar. Eyguni hevur hon teknað upp við eylinara, og brúkt tríggjar litir av eygnaskuggum, sum hóska til brúnu eyguni hjá Hansinu: grønt, ljósabrúnt og blommulitt, og uttast eitt lítið drúss av gulli, fyri at enda við svartari maskaru. Varrarnar teknaði hon upp við einum varrablýanti og at enda smurdi hon varrastift á.