Føroyski bólkurin Makrel hevur rættiliga gjørt vart við seg í stórari tónleikakapping í Íslandi um vikuskiftið. Av teimum fjøruti luttakandi bólkunum var føroyski bólkurin kosin triðbestur.
Kappingin eitur Músíktilraunum, og hon er ætlað nýggjum bólkum, ið ikki hava fingið fótin fastan á tónleikapallinum. Henda kappingin er tað størsta tiltakið, sum tónleikabólkar í Íslandi gleða seg til á hvørjum ári, eins og Prix Føroyar er í Føroyum.
Limirnir í bólkinum eru Ári Rouch (sang), Hergeir Stakksberg (bass), Rólant av Reyni (gittar), Hans Erling Guttesen (trummur) og Rasmus Rasmussen (gittar). Hetta er at kalla sama manningin, sum var við í bólkinum Happy?.
Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendskur bólkur tekur lut í kappingini, og íslendingar vóru fegnir um, at ein føroyskur bólkur hesuferð var við.
? Vit høvdu als ikki væntað, at tað fór at ganga so væl, og íslendingar tóku væl ímóti okkum, sigur Rasmus Rasmussen.
Vunnu innleiðandi umfarið
Innleiðandi umfarið var hósdagin í seinastu viku, og Makrel vann hetta umfarið frammanfyri níggju aðrar bólkar. Síðani var finalan fríggjadagin, og tíggju bólkar høvdu vunnið sær sæti í finaluni.
Tað vóru bæði dómarar og áhoyrarar, sum gjørdu av, hvør bólkur skuldi vinna kappingina, og har endaði føroyski bólkurin á triðja plássi. Makrel vann 28 tímar í einum studio í Íslandi.
Hesir tímarnir verða nýttir einaferð seinni í ár. Fyrst kemur bólkurin aftur til Føroyar, har hann fer at venja tilfarið, sum skal spælast inn í studio.
Kappingin hevur verið umtalað í Morgunblaðnum og í íslendskum útvarpi, har føroyingarnir hava fingið góð ummæli, siga teir úr Íslandi. Brot úr kappingini verða send í íslendskum sjónvarpi í hesi vikuni.
Rasmus heiðraður
Umframt at gerast nummar trý í kappingini varð Rasmus Rasmussen kosin besti gittarleikari í allari kappingini. Virðislønin var eitt gávukort frá einum tónleikahandli í Íslandi. Rasmus er kendur úr Diatribes, sum var við í finaluni í Prix Føroyum í 1999.
Rasmus Rasmussen sigur, at hann hoyrdi um hesa kappingina, tá hann gekk í skúla í Íslandi fyri nøkrum árum síðani, og nú fekk hann hugskotið at luttaka við føroyska bólkinum.
Bólkurin fekk stuðul úr grunninum Fitur, sum stuðlar norðurlendskum samstarvi, og frá Atlantic Airways.