Makrelurin fer til Afrika

Í gjár kom stóra farmaskipið Frio Olympic á Vestmanna.

Skipið, sum siglir undir liberiskum flaggi, skal lasta 1500 tons av makreli frá Vestmanna Seafood í Vestmanna og 500 tons í Vági.

Frio Olympic kom nú úr Algier og skal flyta føroyska makrelin til Afrika.

Í gjár fór eingin fiskur umborð í Vestmanna, tí tað regnaði so illa, og tí bar ikki til at arbeiða. Veður má sær ráða, og tí er ógjørligt at siga, nær skipið fer víðari.

Mynd: Jákup Durhuus