Fiskiveiðieftirlitið hevur í kunngerð boðað frá, at makrelveiðan av felagskvotuni steðgar á midnátt. Men tað ger hon ikki kortini.
Fiskiveiðieftirlitið hevði roknað hjáveiðuna uppí, og við tí útrokningini var felagskvotan næstan uppfiskað.
Men løgfrøðingar hava sagt við Fiskiveiðieftirlitið, at hjáveiðan, sum mest er sild, skal ikki roknast uppí, og tí kunnu skipini halda fram nakað enn at fiska av felagskvotuni.