Tann pakistanska gentan Malala Yusafzai, sum Taliban royndi at beina fyri, er nú komin so mikið fyri seg, at hon er farin í skúla. Herfyri slapp hon av sjúkrahúsinum, og í dag fór hon aftur í skúla í Edgbaston High School í enska býnum Birmingham.
-Mítt ynski er, at allar gentur í heiminum skulu hava tann grundleggjandi møguleikan at ganga í skúla, sigur tann 15 ára gamla gentan.
Familjan hjá Malala er flutt til Onglands at búgva fyribils, og hesa tíðina skal Malala ganga í einum enskum gentuskúla.
-Eg leingist illa eftir mínum pakistonsku floksfeløgum, men eg gleði meg til at læra lærararnar her at kenna og at fáa nýggjar vinir, sigur Malala.
Tað var í oktober í fjør, at Taliban royndi at beina fyri Malala Yusafzai, tí hon talaði fyri, at allar gentur skulu hava rætt til skúlagongd. Malala varð rakt í høvdið, men tað eydnaðist bretskum læknum at bjarga lívi hennara.
Síðani drápsroyndina er Malala vorðin ímyndin av bardaganum ímóti, at gentur verða kúgaðar, og hon er í uppskoti til at fáa Nobel-friðarheiðurslønina.