Malena var borin í heim tann 15. november í 1924 á Syðradali á Kalsoynni. Foreldur hennara vóru Sigvald Jacobsen av Syðradali og Jóhanna Rasmussen av Kirkju á Fugloynni.
Malena og familja hennara flutti til Klaksvíkar, tá hon var knapt tvey ára gomul. Hon er elst av seks systkjum, tríggir beiggjar og tríggjar systrar.
Í 1950 giftist Malena við Juliusi Purkhús úr Kunoy. Tey fingu seks børn, fýra dreingir og tvær gentur, sum øll búgva í Klaksvík. Julius andaðist í 1984, og hevur Malena sostatt verið einkja í 20 ár. Hon eigur 20 ommubørn og 4 langommubørn.
Meðan børnini vóru smá, gekk Malena heima og passaði tey. Tá hon fór út at arbeiða byrjaði hon sum skrivstovukvinna í Klaksvík. Tá so tveir av synunum fóru upp í alivinnuna og stovnaðu fyritøkuna Faroe Salmon tók hon sær av øllum bókhaldinum tí viðvíkjandi. Og tað ger Malena enn tann dag í dag á kontórinum heima hjá sær sjálvum.
Mammu verður ynskt hjartaliga til lukku við runda degnum.
Børnini