Málið dregur út

Tað er eitt ár síðani, at Christian í Grótinum varð tikin av skotskum myndugleikum, men enn er eingin dómur feldur.

Tað var 10. november í fjør, at skotskir myndugleikar tóku føroyska trolaran Christian í Grótinum, tá skipið var innanfyri hetlendskt sjóøki. Sjóverjuskipið Hitra gav føroyska skiparanum boð um at siga til Lerwick, tí skotsku myndugleikar mettu, at skipið hevði brotið ES lóggávu fyri fiskiskap.


Reiðaríið varð tá álagt eitt sektaruppskot á 20.000 bretsk pund, ið reiðaríið góðtók. Eftir ætlan skuldi rættarfundur verða í januar, men varð útsettur.


Tá in.fo tosaði við reiðaran hjá Christian í Grótinum í summar, Eyðun Rasmussen, segði hann, at málið helst kom fyri í heyst. Málið tykist tó at vera steðga upp, nú tað er eitt ár liðin síðani, at skipið varð tikið.


- Eingin dagur er settur av til rættarmálið enn. Men tað, ið vit hava fingið at vita, so er ætlanin, at málið skal avgreiðast í ár.


Fyrr í summar upplýsti Eyðun Rasmussen, at talan var um eina ósemju um tulkingina av ES-reglum.


- Málið er eitt sindur ullint, tí tað botnar í eini tulking av ES-reglum. Tað er eitt stríð um hvat vit hava loyvi til og hvat vit ikki hava loyvi til at gera við fiskin umborð. Vit meta, at vit kunnu hagreiða hann umborð, meðan teir meta, at hann skal frystast alt fyri eitt, segði hann í samrøðu við in.fo í juli.


Spurdur um tað er ein møguleiki, at skotskir myndugleikar sleppa málinum, nú so long tíð er liðin at skipið varð tikið, sigur reiðarin, at tað er torført at meta um.


Málið gjørdist aktuelt aftur í síðstu viku, tá eitt føroyskt skip fekk boð um at fara úr hetlendskum sjóøki. Í morgun skrivar Kringvarpið, at skotskir myndugleikar hava heitt á føroyingar, um ikki at fiska innanfyri hetlendska markið.