Málið er at gerast heimsmeistarar

Tað sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya um bragdi hjá føroyska U21-landsliðnum í hondbólti hjá monnum sunnudagin.

Spurdur hvat næsta ítøkiliga málið við hondbóltinum er, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya, at málsetningurin øgiliga ofta ikki so nógv upp á úrslit.

– Ítróttarstjórin hjá Honbóltssambandinum, Mark Lausen-Marcher, segði tað so væl við kong, tá hann vitjaði við Tjarnir, at málsetningurin er at gerast heimsmeistari. Kanska ikki í ár, kanska ikki næsta ár, men tað er eingin ivi um, at halda vit fram á henda hátt, so verður tað málsetningurin, sigur Hallur Danielsen millum annað í samrøðuni við Dimmalætting.

Hann vísir á, at tvey A-landslið skulu til HM endaspøl, kvinnur í november-desember og mennini í januar. 

– Vit høvdu ordiliga gjarna ynkst, at bæði kvinnur og menn tóku næsta stigið at vinna seg víðari í kappingini.

Týstið her fyri hoyra samrøðuna við Hall Daneilsen í Dimmalætting.

 

##med2##

##med3##

##med4##