Málið er at liva av tónleikinum

Dan Eyðun Karbech Saxov lesur bachelor í klassiskum gittara á Kongaliga Danska Tónlistaháskúlanum

Í 2023 bleiv Dan Eyðun nummar trý í kappingini Stella Polaris fyri tey í aldursbólkinum 20 til 25 ár, og sama árið luttók hann í einari kapping í Spania.

Hendrik Jacobsen

 

Hví valdi tú at lesa klassiskan gittar?

 

- Eg valdi at lesa klassiskan gittar, tí eg havi aldrin viljað verið nakað annað enn tónleikari. Eg minnist ikki, nær er byrjaði at spæla gittara, men eg byrjaði á Tórshavnar Musikkskúla sum níggju ára gamal, og í 2020, tá eg var 18 ára gamal, byrjaði eg á musikkskúlamiðnámi.

 

Hvussu var upptøkutilgongdin at koma inn á Kongaliga Danska Tónlistaháskúlan?

 

- Eg skuldi velja trý stykki at spæla frá trimum ymsum tíðarskeiðum: Eitt modernað stykki, eitt frá tí klassiska ella romantiska tíðarskeiðnum og eitt frá einum uppaftur eldri tíðarskeiði til dømis frá endurburðartíðini. Hetta fyri at vísa at eg dugi at spæla gittara frá teimum mongu tíðarskeiðunum. Stykkini, sum tú velur, skulu hava eitt ávíst torleikastig fyri, at tú kanst spæla tey til upptøkuroyndina. Eina viku áðrenn upptøkuroyndina fært tú eisini eitt stykki sendandi frá skúlanum, sum tú skalt spæla fyri lærarunum og próvdómaranum, og meðan tú ert til upptøkuroynd, fært tú aftur eitt lítið stykki. Tú fært 30 sekund at hyggja at nótapappírinum, sum tú síðani skalt duga at spæla fyri teimum. Tú fært trý ymisk met fyri tær tríggjar royndirnar: Eitt met fyri tey trý stykkini, tú sjálv/ur hevur valt, eitt fyri tað stykkið, ið tú fekk vikuna áðrenn royndina, og eitt fyri tað stykkið, tú fekst 30 sekund at læra teg. Oman á alt hetta skalt tú eisini upp í tónleikateori og hoyrilæru.

 

Hvussu nógv sleppa at lesa klassiskan gittara?

 

- Tað er einki ávíst tal fyri, hvussu nógvir gittaristar sleppa inn. Um fáir gittaristar hava verið nóg dugnaligur í upptøkuroyndini, kunnu vera fleiri av øðrum ljóðførum tað árið.

 

Hvussu er skúlagongdin?

 

- Ein lærugrein er hoyrulæra, sum grovliga merkir at venja seg at hoyra tað, ið onkur spælir fyri tær, og síðani sjálv/ur duga at skriva tað niður. Summi fólk eru fødd við einum lýtaleysum tónleikaoyra, men fyri tey flestu er eitt tónleikaoyra nakað, ið skal venjast. Eisini læra vit um tónleikasøgu, har vit læra um kendar klassiskar tónleikarar gjøgnum tíðirnar. Eina ferð um vikuna møtast øll gittarlesandi og spæla fyri hvørjum øðrum. Vit eru 21 gittarlesandi, so øll fáa ikki møguleikan hvørja ferð, men í hesum tímanum er møguleiki fyri at spæla fyri hinum næmingunum okkurt, sum tú hevur vant, og fáa afturboðan. So hava vit eisini greining, har vit greina tónleik, og satslæru, har vit millum annað læra at gera útsetingar fyri kór. Vit venja eisini sum gittaraorkestur, har vit øll 21 gittarlesandi spæla saman sum orkestur. So deila vit okkum eisini upp í kvartettir og kvintettir, so vit kunnu spæla konsertir í minni bólkum. Eisini venja vit kamartónleik við øðrum ljóðførum, og um nakrar vikur skal eg venja kamartónleik við einum sangara. Vit læra, hvussu mann spælir á einum palli uttan at gerast bangin, og ein tíma um vikuna havi eg einstaklingaundirvísing við einum lærara her á skúlanum.

 

Hvussu er við heimaarbeiði?

 

- Vit hava nokk so nógv teoretiskt heimaarbeiði, og vit eisini skriva innlatingar og uppgávur. Vit eru nógv á skúlanum, har vit hava møguleika at venja okkara ljóðføri. Á skúlanum eru eini 300 venjingarhøli, sum øll eru í brúk allan dagin. Serliga mánadagar eru fólk leingi á skúlanum og venja, meðan fólk ofta vilja tíðliga heim fríggjadagar. Men oftast eru tey í brúk allan seinnapartin. Eg venji tríggjar til fýra tímar um dagin, og tað plagi eg sum oftast at gera á skúlanum.

 

Skipar skúlin fyri konsertum, sum tit næmingar skulu spæla?

 

- Ja, yvir 200 konsertir eru á skúlanum um árið, og eg havi spælt nakrar konsertir, sum eru fyri næmingar. Somuleiðis sleppi eg til nógvar ymsar konsertir hjá øðrum næmingum. Á skúlanum er ein sera stórur konsertsalur, ið verður brúktur til størri tiltøk. Til ársveitsluna hjá Kongaliga Danska Tónlistaháskúlanum í november spældi symfoniorkestrið her á skúlanum fyri Margretu drotning í tí salinum. Gittarar eru vanliga ikki við í symfoniorkestrum, so eg fekk ikki møguleikan, men symfoniorkestrið er annars sett saman av næmingum. Ein føroyskur vinmaður hjá mær, sum byrjaði samstundis sum eg, ið spælir violin, slapp at vera við og spæla fyri drotningini. Eftir konsertirnar tað kvøldið var veitsla og góður matur.

 

##med2##

 

Hvat er dreymurin hjá tær sum klassiskur gittaristur?

 

- Tað hevði verið sera kul at liva av tónleiki. Um tað so er sum konsertgittaristur ella av at spæla konsertir sum einstaklingur til tiltøk, veit eg ikki heilt enn. Eisini kann eg gerast lærari á tónlistaháskúlum ella gera tónleik til filmar og sovorðið. Við mínum førleikum sum klassiskur gittaristur kann eg eisini gerast dugnaligur til aðrar tónleikagreinar so sum jazz. Stutt sagt er málið at liva av tónleiki á onkran hátt.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024

 

 

 

 

 

Í 2023 bleiv Dan Eyðun nummar trý í kappingini Stella Polaris fyri tey í aldursbólkinum 20 til 25 ár, og sama árið luttók hann í einari kapping í Spania.

Í 2023 bleiv Dan Eyðun nummar trý í kappingini Stella Polaris fyri tey í aldursbólkinum 20 til 25 ár, og sama árið luttók hann í einari kapping í Spania.