Málið um ólógliga GJALDSPORTRIÐ er heldur ikki loyst

Hoyrið kassatól í haga,

 

síggið Visa-portur mong,

 

píkatráðin sum skal ræða

 

hvørja gentu og hvønn drong.

 

 

 

Lýsingina eigur gongukvinnan, festarin, tíðindakvinnan og fundarstjórin Óluva Zachariassen. Dugnalig á øllum økjum.

 

Tey eru skoytt upp í fyrstu fýra reglurnar í øðrum ørindi í náttúrusanginum hjá Maurentiusi Viðstein “Eins og áarstreymur rennur”.

 

Óluva sær mong portur fyri sær. Men fyrst og fremst er eitt portur kent. Portrið í Saksun.

 

Fyri trimum árum síðani tók eg ímóti einum italiumanni. Tað fyrsta, hann spurdi, var: hvar heimskenda portrið?

 

Fyri trimum árum síðani høvdu vit eisini eitt valstríð. Tá segði eitt valevni fyri Fólkaflokkin á sjónvarpaðum valfundi, at kom hann, ella flokkurin, til valdið, skuldi málið um portrið verða loyst innan tveir mánaðir (eftir minninum).

 

Nú - trý ár seinri – er hvørki málið um portrið ella gongd í haga loyst. So vónandi fáa vit eitt landsstýri, sum er ført fyri at loysa hesi málini eisini

 

Annars kundi málið um portið óivað verið loyst, tí ífjør staðfesti Umhvørvis- og vinnumálaráðið:

 

 

 

“Gjaldsportrið er neyvan lógligt”

 

“Tað ber eisini til at siga, at gjaldsportrið neyvan er lógligt, tí tað forðar fyri atgongd at øki, har ein og hvør hevur rætt at ferðast”.

 

Tað staðfesti landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen í juni ífjør í svari til løgtingsmannin Aksel V. Johannesen.

 

Neyvan lógligt. Ein álvarsom staðfesting. Og eina aðra staðni í svarinum verður sagt:

 

“Gjaldsportrið í Saksun er øðrvísi enn aðrar gjaldsskipanir.....við tað at tað forðar fyri atgongd at strondini, har ið mett verður, at øll hava lógligan rætt at ferðast.”

 

Hetta eru víðgondar staðfestingar í einum svari til okkara lóggávuting. Men svarið vakti ikki ans, hvørki í politiskum høpi, í miðlalandslagnum ella í FNU-høpi. Harmiligt.

 

Tað undrar eisini, at eingin royndi málið. T..d. FNU ella Hagafelagið -Er talan um ósamsvar við lógina ella ikki.

 

Málið um gongd í haga er ikki loyst. Heldur ikki var málið um portrið í Saksun loyst politiskt! Ein landsskomm, sum er til ampa fyri øll náttúrufólk og gongufólk!

 

 

 

Jóhann Mortensen

 

Es. Veit, at Melin við Pollin í Saksun er slitin burtur av óvandagongd. Sera harmiligt. Eitt dømi um, at myndugleikarnir hvørki hava skil ella ein politikk á umhvørvis- og náttúruøkinum.

 

##med2##